Útbúgving og starvsroyndir:
M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum.
Lisið vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Løgtingskvinna síðani valið 1.september 2015. Forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins.
Landsstýriskvinna í Útbúgvingar og granskingarmálum síðani 14.februar.

Starvsroyndir m.a. frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali sum undirvísari og sum lestrarvegleiðari.

Politiskar og líknandi royndir:
Býráðslimur í Eysturkommunu og forkvinna í Vinnu- og havnanevndini (farloyvi síðani febr.2019), tingkvinna fyri Framsókn og næstforkvinna í Framsókn. Harafturat franskur konsul í Føroyum.

Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn leggi eg drúgvar royndir við politiskum virksemi og uml.11 ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til.

Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyri okkara samfelag.

Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við.

Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk, sum varatingkvinna og nú sum vald tingkvinna innan landspolitikk.

Afturat hesum koma royndir frá altjóða og norðurlendskum virksemi.

List sum samfelagsrevsari og kumpassrósa

2015-08-22 17:14

Franski komikarin Coluche segði “ Tá eg var barn, minnist eg serliga væl, hvussu trupult vit høvdu tað við endan av mánaðinum – serliga teir seinastu 30 dagarnar...” við síni list varpaði hann ljós á skeiv samfelagsviðurskifti og fátækt og skapti eina rørslu, sum í dag føðir upp til milliónina av fólki dagliga.

Impressionistiski málarin, Pierre Auguste Renoir, segði: “Fyri meg má ein málningur vera dámligur, hugaligur og vakur – ja vakur! Tað eru nóg nógv ódámlig viðurskifti í lívinum, til at vit skulu framleiða enn fleiri av teimum.”

Sakaris Stórá hevur við síni filmslist varpað ljós á evnið samkyndleiki í Føroyum.

Á hvør sín hátt peikar listin her á viðurskifti, sum lýsa dýpdir lívsins, krevja okkara áhuga og støðutakan – sum fólk og sum einstaklingar.

Listin er og heldur fram við at vera samfelagsrevsari og leggur samstundis fram eina kumpassrósu, har einstaklingurin og samfelagið kunnu velja, hvørja leið rættast er at fara í mun til ymisk evni og vandamál. List leggur lunnar undir okkara trivnað og avgjørt eisini samfelagsbúskapin, bera vit okkum rætt at. At brúka orku til mentanina er ein íløga og ikki ein útreiðsla.

Føroyar verða í dag í stóran mun settar í samband við serstaka náttúru og góðskugott náttúrutilfeingi. Men skulu vit ikki seta okkum sum mál, at um eitt áramál, so verða tær eins kendar fyri sína fjølbroyttu list? At vit kunnu skapa útflutningskrónur og sterkari samfelagsbúskap við at taka professionellu listina í størri álvara og harvið fáa sonevndan mentanarútflutning burtur úr handverkslist, sniðgeving, tónleiki, filmslist og øðrum kreativum virksemi. Tað er avgerandi fyri eitt framkomið samfelag, at listafólk sum heild hava umstøður, sum halda teimum til, so tey kunnu starvast burturav við sínum fremstu førleikum. Listagreinir sum bókmentir, leiklist og málningalist hava saman við teimum fyrr nevndu eisini ta ávirkan, at tær skapa áhuga fyri Føroyum og harvið menna eitt nú eina tilvitaða ferðavinnu.

Framsókn ætlar, at vit skulu fáa ein nýggjan stuðulspolitikk, og at vit endurskoða samlaðu fíggjarorkuna til mentanar‐ og listaøkið og fyrisitingina av henni. Stuðulspolitikkurin skal vera ambitiøsur og skal skilja ímillum fólksliga mentan og yrkislist. Stuðulin skal ikki verða fyrisitin beinleiðis av einum landsstýrismanni, men heldur av einum professionellum, partapolitiskt óheftum og fakliga grundaðum umhvørvi.

Ein partur av mentanarpolitikkinum hjá tí almenna skal vera at orða og seta í verk ein politikk viðvíkjandi arkitekturi. Framsókn miðar eftir, at vit áseta eitt formligt krav um, at ein ávísur brotpartur av íløguni til ný- og útbygging av almennum bygningum skal verða brúktur til listprýðing.

Framsókn fer m.a. at virka fyri, at Tjóðpallur Føroya loksins fær sømilig kor og sum heild menna karmar og skipanir – eisini útbúgvingar - kring list.

Alt nýtist ikki at fara í fisk – Óttarsdóttir, Stórá, Pálsdóttir, Lassen, Michelsen, Nielsen, Iversen, Olsen og nógv fleiri bjóða seg fram – somuleiðis ger Framsókn!

Vel ein sterkan lista- og mentanarpolitikk

Hanna Jensen

Framsókn