Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

“Eg ásanni ...”

2021-10-05 09:01

Í stevnu Tjóðveldis frá 1948 stendur, at “teir [!], sum røkja størv í umboði fólksins, skulu í øllum lutum standa fólkinum til svars fyri gerðir sínar í hesum størvum”. Í hesi orðing verður hugsað um bæði landsstýrisfólk og embætisfólk.

Tað var sostatt heilt í tráð við stevnu floksins, tá ið formaður Tjóðveldis, Høgni Hoydal, herfyri skeyt upp, at ein kanningarstjóri verður settur at kanna fiskivinnufyrisitinginga árini frá 2012 og til dags dato.

Tá ið Høgni Hoydal á sinni avlýsti fólkaatkvøðuna um føroyskt fullveldi, tá segði hann, at hann heldur vildi ofra sín egna persón ella var tað eftirmæli, enn at missa málið úr eygsjón.

Hesi orð Høgna komu mær til hugs, nú hann skeyt upp at kanna fiskivinnufyrisitingina frá 2012 og frameftir.

Um kanningin ikki hevði tikið við fyrrenn í 2012, so hevði verið ómøguligt at rokkið endamálinum við einari kanning!

Tí longu fyrsta árið við nýggju uppisjóvarrættindunum – í 2010 – var fyrisitingin meira enn ivasom úr rættarligum sjónarhorni. Verri gjørdist støðan í 2011, sum endaliga legði lunnarnar undir óheimilaðu fyrisitingina.

Politiska grundarlagið var langtíðarsemjan millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi.

Tá varð farið undir ta praksis, at landsstýrismaðurin skrivaði út nýggju rættindi í kunngerð.

Víst varð til § 9 í lógini um vinnuligan fiskiskap, og Fiskimálaráðið hevur í fleiri skjølum greitt frá sínari uppfatan av hesari ásetingini.

Sambært Fiskimálaráðnum, so gav § 9 landsstýrismanninum fulla heimild til at avgera, hvør skuldi hava, hvussu nógv og við hvørjum treytum. Við øðrum orðum: Landsstýrismaðurin hevði heimild at at gera, sum hann helt vera rættast.

Tann praksis, sum kom í lag við langtíðarsemjuni í 2011, helt fram øll árini, meðan lógin var í gildi. Úrslitið kenna vit: Nøkur reiðarí fingu dastið av rættindunum, meðan onnur vórðu hildin burtur.

Ein kanningarstjóri fer ikki at brúka nógva tíð uppá at staðfesta, at fyrisitingin hevur verið óheimilað. Tí so mikið er vist: § 9 í lógini um vinnuligan fiskiskap hevði einki – avgjørt einki – við útlutan av rættindum at gera! Og tað helt Fiskimálaráðið sjálvt so seint sum á heysti í 2010!!

Áhugaverdi spurningurin at kanna verður: Hvussu kom tað í lag, at Fiskimálaráðið fór frá at staðfesta, at § 9 snúði seg um meskavídd, veiðufráboðan, friðing av økjum, fyri síðani at koma til ta niðurstøðu, at hetta var akkurát tann rætta heimildin at luta út nýggj rættindi – og at paragraffin gav landsstýrismanninum fríar hendur ...?

Tíbetur hevur Høgni Hoydal nú tikið undir við, at ein møguligur kanningarstjóri skal fara aftur til 2010. Um so verður, so er ein avgerandi fortreyt fyri at røkka endamálinum við kanningini til staðar.

Og ikki bara tað: At kanna 2010 og serliga 2011 (serliga 2011, tí tað gjørdist leisturin árini eftir) – tað verður tann mest grundleggjandi parturin av kanningini hjá einum kanningarstjóra. Tað er beinagrindin. Restin verður at snúgva seg um meira ítøkilig fyrisitingarviðurskifti innan hendan leistin.

Eingin flokkur kann siga seg undan av hava havt lut í, at tað gekk sum tað gjørdi. Formaðurin í Tjóðveldi hevði tí lagt afturat sínum eftirmæli heldur enn skatt tað, um hann stóð fram og segði:

“Eg ásanni, at eg og Tjóðveldi áttu ein avgerandi lut í, at nýggju uppisjóvarrættindini endaðu á so fáum hondum ... ikki minst tí vilja vit hava, at ein kanningarstjóri verður settur at venda hvørjum steini í hesum máli”.

Tað hevði verið eitt bjart signal at sent øllum tí politiska umhvørvinum og almenninginum, nú tingið – vónandi – skal gera av, um ein kanningarstjóri skal setast.

Ólavur Waag Høgnesen