Føddur í 1993. Uppvaksin á Oyri og í Keypmannahavn. Búsitandi í Tórshavn síðani 2009.

Lesandi á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum sum støddfrøðiligur studentur og á MusikkskúlaMiðnámi á Tórshavnar Musikkskúla.

Arbeiðir sum barrvørður, høvundur og bókhaldari.

Persónlig fokusøki:
- Høvuðsstaðurin sum altjóða býur
- Lang- og stuttsiktað menning av miðbýarumhvørvinum
- Sjónliggerð av skapandi mentan og vinnulívi í býarmyndini
- Størri útlisitering av kommunalum uppgávum
- Kappingar- og vinnufremjandi tiltøk í kommununi

https://www.facebook.com/olavur.i.burstovu
http://www.framsokn.fo/?pt-sort-categ=olavur-i-burstovu

Latið okkum virða og styrkja miðbýin!

2012-11-06 04:25

Miðbýurin í høvuðsstaðnum er í dag veruliga gráur og keðiligur á at líta. Tað kennist als ikki, sum nøkur ætlan er um at menna og prýðka um hann. Hetta er løgið, tí ein og hvør veit, at tað er lívsneyðugt fyri ein og hvønn bý, at skal hann tekkjast núverandi og komandi borgarum, er miðbýurin miðpunktið – snúningsdepilin, um ein vil. Vit í Framsókn vilja, at miðbýurin í Havn verður virdur sum tað hann eigur og má vera, skulu vit hava nakra nyttu úr honum.

Hví?
Hygg at einum og hvørjum størri býi úti úr heimi: tað veri seg alt frá risabýum sum London yvir Keypmannahavn og Stockholm til Reykjavík – hornasteinur í tí lívi, sum fyriferst í býunum er miðbýurin. Gamaní eru teir ymiskir í vavi eins og ógvuliga langt frá støddini á miðbýi okkara, men í øllum hesum altjóða høvuðsstaðum leggur mann stóra orku í at savna fólk, mentan og vinnulív so nær hvørjum øðrum sum til ber. Samvirkandi fyrimunirnir av hesi miðsavning hava alt at siga!

Hvussu?
Fyrst og fremst skal Tórshavnar Kommuna vakna og síggja í eyguni tann týdning okkara miðbýur hevur fyri vøkstri og menning í kommunu okkara. Nógv hevur seinastu árini verið blakað eftir skoytibreytum, parísarahjólum, tjøldum og hoppiborgum, men fyri fyrstu ferð nakrantíð er fólkatalið í minking: altso man núverandi rensl beint úr kommunukassanum ikki rigga, sum tað eigur. Eyðsæð man vera, at leisturin heldur liggur í menningini av eini langtíðarætlan fyri framburðin hjá høvuðsstaðnum sum heild men miðbýnum serliga. Tí skjóti eg upp, at:

· Tórshavnar kommuna skal seta greiðar spælireglur fyri tey, ið hava hug at bólta sær við fermetraplássinum í miðbýnum til tess at tryggja eina miðbýarmynd, sum er einum høvuðsstaði verd.

· Ístaðin fyri at vera ein haft um beinið á visjónum og privatum framtakssemi skal kommunan eggja til og virka við til at menna miðbýin. Í bóklinginum ”Havnin innan Stóragarð” eru nógv frálík hugskot frá nøkrum av fremstu arkitektum okkara til, hvussu kommunan kann menna tað, hon hevur ábyrgd av – almennu økjunum í býnum, til nakað, ið veruliga gagnar borgarunum í býnum.

· Tórshavnar kommuna situr í løtuni tungt á sera stórum parti av bygningum og øki annars í miðbýnum. Kommunal fyrisiting og goymslurúm skapa ikki virksemi og eina virkna býarmynd - tað gera bústaðir, handlar, kaféir og barrir.

· Eyðsæð er, at landsmyndugleikin ikki vil mentanarlívi okkara væl. Tað hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til, og skulu 40 milliónir setast av til tjóðpall næstu fýra árini. Á tann hátt tryggja vit listarfólki okkara virðiligar karmar, umframt at slík bygging kann brúkast virkið í býarmenningini – eitt nú við at staðseta áður nevnda tjóðpall á Skálatrøð.

Við hvørjum?
Eyðsæð er, at við øllum vallyftunum, ið eru tveitt út í almenna rúmið seinastu tíðina, verður lítið pláss fyri átøkum, ið veruliga muna.

Skemt til viks: ikki er tað alt, ið kommunalir pengar skulu brúkast til. Tað hava vit sæð nokk av seinnu árini. Setir Tórshavnar kommuna greiðar og ikki køvandi krøv og møguleikar fram fyri teimum, ið hava hug at virka við bústaðarbygging, handilsvirksemi o.s.fr. í miðbýnum, skal hetta nokk koma av sær sjálvum. Í fíggjarætlanini fyri Tórshavnar kommunu hjá Framsókn fyri næstu fýra árini eru 40 milliónir settar av til tjóðpall á Skálatrøð. Harafturat skal kommunan gera íløgur í m.a. at grava Havnará uppaftur, gera almennu økini til størri gagns fyri borgarum í samspæli við vinnu- og mentanarlívi o.s.fr.: alt til gleðis fyri borgaranum í kommununi.

Ólavur í Búrstovu
Valevni fyri Framsókn