Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Latið ikki oligarkarnar og stórkapitalin sleppa hesaferð!

2020-04-06 11:16

Prúði og nossligi ørindasveinur oligarka er aftur sendur í býin at prædika boðskap harra síns, hinum altvaldandi stórkapitali.

Ikki er hann eyðmjúkur í hesum sváru koronutíðum, stórkapitalurin. Honum tørvar milliardir. Og tað skal vera nú. Í morgin er ov seint. Tað eru ikki stundir at hugsa seg um. Fyri alt í verðini má ongin fara og hugsa um etik og moral og samhaldsfesti. So glatast vit. Skal stórkapitalinum verða ævigt lív lagað, so skal fólkið lata honum milliardirnar nú, boðar ørindasveinurin.

Nú mugu politikkarar standa saman um stórkapitalin. Beint nú. Latið ikki sólina rísa í morgin ári, uttan at tit hava givið kapitalinum milliardir, er boðskapur ørindasveinsins. Nógvar milliardir. 3 milliardir. 5 milliardir. 7 milliardir. Meira, meira. Og skjótt. Nú. Gerið uppaftur skjótari av enn fíggjarmálaráðharrin gjørdi í 2011. Hann forskattaði pensjónirnar í lýsingini.

Milliardirnar – hvar eru milliardirnar? Hvar fóru milliardirnar?

Oligarkarnir hava umvegis politiska valdið givið sær sjálvum milliardir hvørt ár tey seinastu mongu árini síðan fíggjarkreppuna eftir 2008.

Í alivinnuni eru milliardir oyðslaðar burtur hesi ár, oystar niður í djúpu djúpu lummar føroysku alioligarka og útlendsku spekulanta.

Og so kemur ørindasveinur stórkapitalsins í hesum sváru koronutíðum og boðar okkum - Gud forbarmi seg - hvussu skaðiligt tað hevði verið, um alirisin ikki slapp at rinda útvið hálva milliard í vinningsbýti - nú.

Tað ætlar alirisin sjálvsagt at kradda sær. Gamaní útsett í nakrar mánaðir. Tí risin veit, at tað hevði ikki verðið tolt nú. Men í ringastu neyðstøðu Føroya fólks ætlar stóri alioligarkurin at kradda sær sjálvum útvið hálva milliard. Aftur í ár. Tað er umleið helvt av ogn ALS, sum eitt samt løgting er í ferð við at tøma.

Og høvuðsargument ørindasveinsins er - Gud hjálpi mær aftur - at alirisin er skrásettur á keypsskála.

Henda vanlukka fyri land og fólk, at alirisin fekk loyvi at fara við mestsum øllum firðum Føroya á keypsskála at leggja støðugt vaksandi trýst á nátturu Føroya ár undan ári, er høvuðsargument snotuliga fyri, at alirisin framvegis skal sleppa at oyðsla milliardir í privatu lummar partaeigaranna.

Eisini uppisjóvaroligarkarnar ætlar ørindasveinurin, at politikkarar skulu friðhalga. Í áravís hava hesir oligarkar fingið milliardir fyri onki frá tí almenna, milliardir at oyðsla og oyðileggja og spæla sær við.

Ørindasveininum nýtist tó ikki at óttast. Verður onki fólkakrav ímóti hesum oyðsli, so sleppur tað at halda fram undir verandi politisku samgongu. Møguleikin var undir undanfarnu samgongu at fáa hesar milliardir upp á pláss, men hesin møguleikin varð spiltur burtur, við góðari hjálp frá ørindasveini oligarka.

Um oligarkarnir sleppa í dag, og fólkið - eftir ráðum oligarkasveina - skal binda seg til ovurhondsstóra skuld komandi fimmti árini, so verður ikki lukkuligt hjá heilsuverki okkara og vælferð í heila taki.

Ætlar løgmaður at fara og geva kapitalinum ein posa av pengum - fyll fyrst posan fullan av tilfeingisrentu og oligarka- og stórkapitalavinningsbýti. Hav so ein revolvara í hinari hondini. Set revolvaran fyri pannuna á nevndarformanninum á fyritøkuni, sum kemur og biður um stuðul úr felagskassanum:

”Vit bjarga tær kanska, um tú skrivar undir her. Vit krevja, at tú heldur uppat við øllum svikabrøgdum og spekulatión móti felagskassanum. Tú skalt rinda tín skatt og øll kravd gjøld í felagskassan, eisini nýggja veðurlags- og umhvørvisskattin. Og tú skalt halda allar sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum.

Annars - fær tú bara á heysin.”

John Jacobsen