Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Latið Bústaðir fáa frið!

2021-02-17 14:02

Uni Rasmussen úr Fólkaflokkinum er nevndarformaður í trivnaðarvendini í løgtinginum, og nevndin hevur júst sett kritiskan spurning til Bústaðir um teirra rakstur. Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur eisini ligið eftir Bústaðum, tí hon metir stovnin vera kappingaravlagandi. Fá byggivirki hava gjørt nakað munagott fyri at byggja íbúðir – Heimasta Horn og Kongavarði vóru bæði byggigølur og talar tískil ikki væl fyri tað privata á hesum økinum. Haraftrat kann sigast, at eingin áhugi hevur verið hjá tí privata fyri at byggja leiguíbúðir – alt hevur verið til at selja.

Íbúðartrupuleikin er ov stórir, til at vit bara lata tað upp í hendurnar á byggivinnuni – sum tíverri í stóran mun “spekulerar” í íbúðarbygging heldur enn at koma við góðum loysnum – tí mugu landsins myndugleikar lata Bústaðir fáa frið at arbeiða. Fólkaflokkurin tekur í hesum føri fríu vinnuna fram um landsins ábyrgd og skyldu viðvíkjandi bústaðartrupuleikunum.

Sjálvandi skal frí kapping vera á flestu økjum, men tá ein trupuleiki ikki verður loystur nóg skynsamt av tí privata, so má tað almenna traðka til, og tað hava Bústaðir gjørt fyrimyndarliga higartil.

Ein ráðagerð hjá Fólkaflokkinum, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur stendur fyri, er ætlanin um at lasta Bústaðir við ábyrgdini fyri at byggja alskyns stovnar. Hetta kann bert vera fyri at lasta Bústaðir so nógv, at teir ikki fara at megna sína uppgávu í íbúðarbygging, soleiðis, at privata vinnan kann fara avtsað við uppgávuni at byggja íbúðir, og soleiðis máa støðið undan tilverugrundarlagnum hjá Bústaðum. Fólkaflokkurin tykist hava lítlan og ongan alsk til okkara vala almenna bústaðarstovn, sum er nógvum føroyingum at gagni.

Eg havi búð hjá Bústøðum nú í skjótt 7 ár, 2½ ár á Heimasta Horni og gott 4 ár við Skansan. Starvsfólkið hjá Bústøðum fara sera væl við sínum kundum, eru fitt at tosa við og góð at heita á, og leigan er rímilig. Íbúðin hjá mær við Skansan er 89 m2, og var fyrsta gjaldið í desembur 2016, 8.400 kr. Leigan er síðan farin upp á 8.568 kr., og vit hava júst fingið at vita, at leigan fer upp aftur nú í summar við 86 kr.; so tá verður leigan 8.654 kr. Hetta er ikki bíligt, men rímiligt fyri eina góða íbúð í Havn á 89 m2. Men um leigan fer upp við 20 - 40%, so at Bústaðir kann hava eitt avkast á 5-6%, so verður leigan órímiliga høg – og hví skal Bústaðir hava avkast? Hatta er ein almennur stovnur sum veitir borgarum í íbúðarneyð eina týðandi tænastu. Vit hava ikki ráð at keypa hús í Havn, vit fáa einfalt ikki so stórt lán. Hvat skal henda við fólki sum okkum – og ikki minst ungum fólki, sum umboða meginpartin av teimum 2.700 fólkunum, sum eru á listanum hjá Bústaðum? Meiningin kann ómøguligt vera at flyta øll fólk úr Havnini, sum hava vanligar inntøkur. Latið Bústaðir fáa frið; mann oyðileggur ikki nakað, ið fungerar til fulnar: “If it isn’t broken, don’t fix it”.

Vinaliga,

Dávid Isfeld