Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Lat Bústaðir nú sleppa at virka!

2021-11-05 14:07

Seinastu tíðina hevur nógv kjak og rumbul verið um Bústaðir, serstakliga um viðurskiftini millum nýggja stýrið og stjóran á Bústøðum. Hetta hevur m.a. havt við sær, at stovnurin ikki hevur verið virkisførur í longri tíð og tí ikki hevur kunnað fylgt teimum politisku málum, sum er løgd fyri stovnin og lagt neyðugu strategiirnar.

Serliga umboð fyri andstøðuna, hava brúkt hetta høvið, til at standa sum verndareinglar rundanum stovnin, og samstundis givið Føroya fólki ta fatan, at samgongan hevur sum aðalmál at bróta stovnin niður, bæði so og so.

Men Sambandsflokkurin og Bústaðir hava júst somu áskoðan á bústaðarpolitikkin í síni heild.

Kjakið um, hvørt tað almenna og privata er farið heilt av sporinum, og av góðum grundum, tí hetta skal brúkast sum politisk runublaking frá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum.

Lat okkum hyggja eftir, hvat Bústaðir sjálvi siga um hetta, við at lesa roknskapin fyri 2018, og er citeri:

Bústaðir meta, at vit ídag mangla 2.000 bústaðir, t.v.s. íbúðir og tætt lágt byggjarí, antin sum leigubústaðir ella lutabústaðir. Bústaðir meta eisini, at tað ikki er ynskiligt, at Bústaðir skulu byggja og eiga allar hesar.

Betur vildi verið, at tolni kapitalurin, sum annars er í landinum, verður brúktur til at loysa hesa avbjóðing.

Fyri at fáa tað at virka er neyðugt, at Bústaðir fáa fríari og greiðari handilsligar karmar at virka undir. Hetta soleiðis, at eitt javnbjóðis samstarv millum pensjónsfeløg, aðrar íleggjarar, kommunur, arbeiðstakarar og Bústaðir kann koma at virka.

Tað er okkara meting, at tíðin sum almennur grunnur er farin.

Neyðugt er, at Bústaðir, og harvið Húsalánsgrunnurin, verða umskipaðir til eitt alment partafelag, ið kann virka javnbjóðis við okkara nátúrligu samstarvspartar, sum eru í byggivinnuni og fíggjargeiranum.

Kann hetta sigast týðuligari, eg haldi ikki.

Og hetta er heilt í tráð við Sambandsfloksins politikk, og eftir okkara meting einasti vegurin fram, tí tað er ómøguligt, at Bústaðir aleina klára at lyfta hesa uppgávuna. Og tað vildi eisini verið, at lagt órímiliga stóra uppgávu og ábyrgd á stovnin.

Sambandsflokkurin stendur aftanfyri Bústaðir, tað skal tað ikki vera nakar ivi um.

Erhard Joensen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og formaður í løgtingsins fíggjarnevnd