Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Landsstýrið kann køva sunnar fyritøkur

2020-04-03 11:47

Tú kanst ikki biðja øll gevast at arbeiða og so bara stuðla summum, tá alt er um at fara á heysin. Hjálparpakki 2 er als ikki er nóg góður

Sjúrður Skaale

Landsstýrið hevur havt meira enn tríggjar vikur til at snikka saman ein hjálparpakka til tann partin av vinnuni, sum bløðir mest orsakað av korona-tiltøkunum.

Meðan onnur lond langt síðani hava spent eitt veruligt trygdarnet undir raktu fyritøkurnar, kom einki útspæl frá landsstýrinum fyrr enn í dag.

"Hjálparpakki 2", verður tað kallað.

Pakkin hjálpir nøkrum, og tað er gott. Men fyri nógvar fyritøkur ger hann so lítlan mun, at tað er meira enn ivasamt, um tær klára tað.

Pakkin er ikki bara órímiligur og órættvísur. Hann er eisini púra ólogiskur.

Alt ov lítið

Tað er landsstýrið, sum hevur heitt á ein hóp av fyritøkum um at steingja. Tað var rætt - men tað merkir, at landsstýrið eisini hevur ábyrgdina av, at umsetningurin hjá mongum er farin niður á eitt runt null.

Aðrar fyritøkur eru raktar óbeinleiðis av korona-tiltøkunum hjá landsstýrinum.

Kortini er sama landsstýrið ófatiliga pírið, tá tað snýr seg um at endurrinda fólki tað, tey missa av at akta boðini.

Í fyrra hjálparpakka fingu tey á privata arbeiðsmarknaðinum, sum eru send til hús, í mesta lagi 20.000 krónur um mánaðin. Ikki úr landskassanum, men frá ALS. 20.000 krónum kann mann liva av. Men missurin hjá mongum er stórur - og tað skal síggjast í mun til at tey, sum arbeiða hjá tí almenna og eru send til hús, fáa sína fullu løn.

Í nýggja pakkanum kunnu fyritøkur nú fáa 75% av føstu útreiðslunum endurrindaðar í tríggjar mánaðir. Men tað kann í mesta lagi vera 80.000 krónur.

Javnaðarflokkurin má sjálvandi atkvøða fyri hesum pakkanum. Hann er jú betri enn einki, og uttan iva nøktandi hjá fleiri smáum fyritøkum.

Men nóg góður er hann als ikki. Hjá nógvum meðalstórum fyritøkum er tað alt ov lítið - og hjá stórum fyritøkum munar tað so lítið, at tær munnu kenna seg spottaðar av landsstýrinum.

Órættvíst

Ímynda tær tíggju fyritøkur. Tær hava 8 fólk í starvi hvør, og allar eru steðgaðar við sínum virksemi eftir boðum frá landsstýrinum. Føstu útreiðslurnar hjá hvørjari eru 110.000 krónur um mánaðin, so tær fáa 80.000 í stuðli um mánaðin hvør. Tá teir tríggir mánaðirnir eru farnir, hava tær eitt undirskot uppá 90.000 krónur hvør. Tað er nógv, men tær klára tað.

Men so er ein fyritøka, sum hevur 80 fólk í starvi, og eisini er steðgað eftir boðum frá landsstýrinum. Henda fyritøka hevur eisini 10 ferðir so stórar fastar útreiðslur um mánaðin: 1.100.000 krónur. Millum annað tí hon hevur 10 leigumál. Men hennara stuðul er eisini 80.000 krónur um mánaðin.

Tá teir tríggir mánaðirnir eru farnir, hevur henda fyritøkan eitt undirskot uppá 4.080.000 krónur. Hon klárar tað ikki, og má steðga. Tey 80 fólkini sleppa ikki aftur til arbeiðis.

Landsstýrið køvir altso ta fyritøkuna, sum hevur klárað seg best, gjørt flestar íløgur, sett flest fólk í starv og givið landskassanum flest skattakrónur.

Tað er so órættvíst og so órímiligt, sum tað kann vera.

Hvør keypir?

Undanfarna samgonga undir javnaðarleiðslu spardi nógvar pengar saman - júst til at brúka í tíðum sum hesum. Táverandi andstøða var ímóti, og kravdi konstant, at minni varð tikið inn, og meira varð brúkt.

Tað er eisini sjón fyri søgn. Í fyrstu fíggjarlógini hjá nýggju samgonguni - sum var gjørd áðrenn korona - er yvirskotið lækkað við heili 300 milliónum.

Hví er tað so? Jú, m.a. tí nógv minni av tilfeingisrentuni verður tikið inn. Harumframt eru 12 ára eksklusiv loyvi útskrivað til ávís feløg. Felagskassin er blivin veikari, og tær fyritøkur, sum longu vóru so ófatiliga sterkar áðrenn, eru blivnar enn sterkari. Tær keypa seg inn í støðugt størri part av vinnulívinum á landi.

Tær fyritøkur, sum nú bløða mest, hava ikki fingið kvotur ella onnur serrættindi frá landsstýrinum. Men nógvar teirra bløða, tí tær hava gjørt eftir ynski frá landsstýrinum. Og landsstýrið vil ikki brúka teir arvaðu, uppspardu pengarnar at hjálpa teimum gjøgnum eitt hart summar.

Hvør mann fara at keypa hesar fyritøkur, um tað í heyst vísir seg, at tær ikki hóra undan?