Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Helgi Abrahamsen (Mynd: Sverri Egholm / portal.fo)

Landsskatturin er bara 16 prosent av samlaða almenna búskapinum

2022-08-26 13:48

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur svarað einum fyrispurningi frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, um ríkisveitingina úr Danmark. Endamálið við at seta ein slíkan spurning er sjálvandi at geva eina mynd av, at ríkisveitingin er bara ein evarska lítil partur av føroyska búskapinum, og at vit tí kunnu vera hana fyri uttan. Men svarið gevur í nógvar mátar eina heilt aðra mynd, enn spyrjarin helst hevur ætlað.

Bjørt leggur fyri við at spyrja, hvussu stórur partur av samlaða almenna búskapinum ríkisveitingin er, og her skulu inntøkur og útreiðslur hjá bæði landi, kommunum og almennum grunnum teljast við. Endamálið við at taka alt hetta við er sjálvsagt at fáa ríkisveitingina at blíva ein so lítlan part sum møguligt, tí jú fleiri ting tú tekur við, minni partur verður ríkisveitingin.

Men hvat sigur hetta um ríkisveitingina? Vit kunnu jú eisini gera eina líknandi samanbering við onnur tøl – til dømis inntøkuskattin, sum allir føroyingar rinda til landskassan:

Ríkisstuðulin er 60% av landsskattinum
Á fíggjarlógini verður roknað við, at landskassin fer at fáa 1,8 milliardir inn í inntøkuskatti í ár. Tað er bara umleið tríggjar ferðir so nógv, sum landskassin fær inn í blokkstuðli. Taka vit aðrar veitingar við, sum danski staturin rindar í Føroyum, so telur ríkisstuðulin góð 60% av landsskattinum. Tá eru útreiðslur í sambandi við at føroyingar lesa í Danmark og ymiskur stuðul, sum danskir myndugleikar veita føroyskum stovnum, ikki tald við (tøl fyri 2020). So allur skatturin sum vit øll rinda av hvørjari einastu løn sum vit fáa, er minni enn 40% meira enn tað, sum landskassin fær í ymiskum ríkisveitingum.

Taka vit so eisini kommunurnar og almennar grunnar við, sum Bjørt Samuelsen ger í sínum fyrispurningi, so er landsskatturin bara 16% av almennu inntøkunum – so nú er freistandi at siga, at tað manglar ikki so nógv í, til vit sleppa undan at rinda landsskatt!

Uttan ríkisveiting hevði landskassin stórt undirskot í farna valskeiði
Eg hoyri ofta umboð fyri andstøðuflokkarnar reypa um, hvussu stórt avlop landskassin hevði í farna valskeiði, og onkur pástendur eisini, at Føroyar vóru “sjálvberandi” tá. Men har mugu vit tíverri ásanna, at uttan ríkisveitingina hevði landskassin einki avlop havt. Samlaða avlopið fyri tey fýra árini var 1,4 mia. krónur, men tað var aftaná at landskassin hevði fingið 2,6 mia. krónur í blokkstuðli umframt at danski staturin hevði goldið 1,5 mia. krónur, sum ikki vóru partur av blokkstuðlinum.

Um vit bara trekkja sjálvan blokkstuðulin frá avlopinum, so hevði landskassin 1,2 mia. í undirskoti í farna valskeiði. Telja við hinar útreiðslurnar hjá danska statinum í Føroyum við, so var undirskotið 2,7 mia. krónur. Tað er ikki serliga “sjálvberandi”.

Veruleikin er sum hann er
Eg taki fult undir við, at vit skulu royna at vinna Føroyum nýggjar inntøkur, og eg havi einki ímóti, at vit einaferð fara at klára okkum uttan pengar uttanífrá – Men veruleikin er nú einaferð sum hann er.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður