Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Landsdemenssamskipan – skal røkka um alt landið

2022-03-24 07:42

’Demensvinarligt samfelag – gloymsk, men ikki gloymd’ er heitið á frálíku demensætlanini fyri Føroyar frá 2015. Heilsumálaráðið og Almannamálaráðið gjørdu saman við øðrum demensætlanina, sum er ein arbeiðsætlan fyri, hvussu vit sum samfelag eiga at taka okkum av menniskjum við demensi.

Tað hevur stóran týdning, at tilboðini hjá landinum á demensøkinum røkka kring alt landið.

Demensur er felagsheiti fyri fleiri sjúkustøður, sum ávirka heilavirksemið. Høgur aldur er hin størsti vandatátturin fyri at fáa demens, men vandin kann lækkast við rættari fyribyrging, uppsporing og viðgerð. Vit vita úr øðrum londum, at 2,5% av fólki yvir 65 ár fáa demens hvørt ár. Hetta svarar til umleið 200 fólk í Føroyum, so talan er um nógv fólk tilsamans. Eisini avvarðandi hjá menniskjum við demensi eru ávirkað og uppliva ofta strongd, svøvntrupulleikar og tunglyndi.

Í demensætlanini frá 2015 er ein røð av átøkum og tilmælum at seta í verk fyri at betra um umstøður hjá og tilboð til menniskju við demensi og teirra avvarðandi.

Eitt av átøkunum í demensætlanini fyri Føroyar er, at landið skal skipa eina landsdemenssamskipan við landsdemenssamskiparum, hvørs uppgáva er at vera millumlið millum kommunurnar og Demensklinikkina, sum hoyrir undir Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Landsdemenssamskiparin virkar á kommunalu økjunum, sum samstarva um eldraøkið, men er í starvi á Demensklinikkini á Landssjúkrahúsinum.

Tíverri vísir tað seg, at landsdemenssamskiparar higartil einans virka í útvaldum økjum í landinum. Sostatt fáa demensrakt menniskju og teirra avvarðandi í Tórshavnar kommunu, í Vágum, í Sandoynni og í Suðuroy framvegis ikki gagn av landsdemenssamskipanini, meðan hini økini í landinum fáa hesa tænastu, sum vísir seg at hava stóran týdning fyri samlaðu tænastuna á demensøkinum.

Demensur er tíverri komin fyri at vera, og vit kunnu øll verða rakt - antin beinleiðis ella sum avvarðandi. Politiskt skulu vit syrgja fyri góðum kørmun fyri demensvinaliga samfelagið.

Landsdemenssamskipan er ein neyðugur partur av hesum arbeiði, og tí vóni eg, at øll øki í landinum sum skjótast fáa hesa tænastu í boði.

Kristianna Winther Poulsen,
forkvinna í Heilsu- og eldranevndini í Tórshavnar býráð