Landsbankin, ómissandi ella....?

2012-10-22 00:25

 - Áhaldandi politiska kammerátari'ið hjá "neutralu" viðmerkjarunum til øll handa mál kann eingin seriøsur politikari taka støðu út frá. 


Hvassar ákoyringar hava verið frá andstøðuni, leikum og lærdum og eisini sokallaðum neutralum viðmerkjarum, nú uppskot er um at umskipa virksemi Landsbankans.


Sjálvsagt eru ymsar meiningar um týdningin av Landsbankanum. Kortini má ásannast, at Landsbankin í mesta lagi er partur av signalpolitikki, sum Løgtingið í síni tíð samtykti skuldi vera partur av politiska samleikanum. 

Tí er mangt av tí, sum hevur verið frammi um avtøkuna av Landsbankanum, ikki kjølfest í sakligari argumentatión, men má metast at vera úrslit av eini skipaðari partapolitiskari herferð móti landsstýrinum.


Og tað er spell, serliga fyri Landsbankan, ið á fleiri økjum ger haldgott arbeiði. Men orðaskiftið er púrasta farið av lagi. Produseraðir pástandir eru slopnir at hanga í leysum lofti, uttan at miðlarnir hava megnað ella viljað gjørt eina sakliga lýsing av teimum. Stutt sagt, uppskotið um avtøku av Landsbankanum hevur ikki fingið ta lýsing, sum metast má sjálvsøgd.


Verjan móti oligarki?

Ístaðin er Landsbankin gjørdur garantur móti øllum búskaparligum hóttafallum, skjøldurin hjá borgarunum móti dugnaleysum politikarum, verjan móti oligarki, bulverkið móti stórkapitalistiskum seráhugamálum, trygdin fyri fíggjarligum støðufesti og so ikki minst - eftirlitið av peningastovnunum í Føroyum.


Allir hesir pástandir er tiknir úr leysum lofti og eru partapolitiskt bluff,

·  tí Landsbankin er ikki er nakar tjóðbanki, hevur ongar heimildir sum tjóðbanki og er ikki nakar banki yvirhøvur

·  Landsbankin hevur einki eftirlit við peningastovnunum og hevur sostatt einki við fíggjarliga støðufestið í Føroyum at gera

·  Landsbankin regulerar heldur ikki gjaldførið í Føroyum

·  Landsbankin hvørki setur ella kann ávirka rentustøðið í Føroyum

·  Landsbankin hevur onga pengapolitiska ávirkan fyri okkum yvirhøvur

    o.s.fr.


Uppgávan av týdningi hjá Landsbankanum er at umsita gjaldføri og skuld hjá landskassanum, men hesa uppgávu røkir Landsbankin ikki til fulnar. Hetta verður í dag gjørt av Nordea Bank fyri Landsbankan. Harumframt umsitur Landsbankin Samhaldasfasta og ger annars hagtalsgreiningar og metingar av búskapargongdini - sama sum Hagstovan og Búskaparráðið eisini gera.


Bankakreppurnar

Fyri at geva Landsbankanum ein serligan týdning fyri politisku skipanina og samfelagið, hevur dúgliga verið víst til leiklutin hjá bankanum í sambandi við bankakreppurnar. 

Hetta er eisini tikið úr leysum lofti og er partapolitiskt biðiskinn at fjala yvir innihaldið í bankanum. At undirstrika leiklutin hjá Landsbankanum í sambandi við bankakreppurnar er eisini at prýða hann við læntum fjaðrum, bæði viðv. bankakreppuni fyri 20 árum síðani (sí Grønborg-frágreiðingina) og eisini í sambandi við Eik-kreppuna herfyri. 


Eik, húsagangurin og Landsbankin

Tað var leiðslan fyri Eik Banka sum í september 2010 royndi at sannføra landsstýrið at medvirka til eina rekonstruktión av føroyska partinum av Eik Banka. 

Tann parturin av bankanum kundi bjargast. Fíggjarefirlitið hevði nevniliga ikki serligar viðmerkingar til tær avsetingar, sum gjørdar vóru í Føroyum. 

Megintrupulleikin við Eik var danski bankin, sum hevði staðfest ovurhonds stór tap. 

Váðin var eisini, at føroyski bankin hefti fyri danska bankan, sum var í einum sjálvstøðugum dótturfelag.

Metingin var annars, at um partapeningurin bleiv niðurskrivaður til 0 og nýggjur teknaður uppá 1 mia kr. so kundi føroyski parturin bjargast. Leiðslan fyri bankan hevði fingið tilsøgn frá TF Holding um nýggjan kapital, men tó ikki nóg mikið. Mong óttaðust eisini fyri hvat fór at henda, um Eik Banki endaði í Finansiel Stabilitet. Avleiðingin var sjálvsøgd - bankin skuldi gerast upp, avviklast.


Bjargingarátakið bleiv tó ikki veruleiki, tí longu áðrenn freistin var farin mikukvøldið 29. september 2010 gjørdist greitt, at ikki bar til at slíta føroyska bankan frá danska dótturfelagnum.  Danskir myndugleikar noktaðu rætt og slætt fyri, at bankarnir blivu skildir sundur. Átakið varð sostatt steðgað tí danskir myndugleikar ikki vildu medvirka. 

Sostatt var tað ikki Landsbankanum fyri at takka, at landsstýrið ikki viðvirkaði í eini keypstilgongd, sum andstøða og "neutralu" viðmerkjararnir siga, men bert tí, at danskir myndugleikar ikki vildu skilja bankarnar sundur. 


Høvdið í sandin

Annars hevði leisturin við keypi av føroyska Eik allarhelst verið skilagóður.  

Men í staðin fyri at troyta allar møguleikar stungu øll (eisini politiska skipanin) høvdið í sandin, og lótu aftur danir ordna okkara trupulleikar. 

Vert er annars at nevna, at Eik Bankin allur sum hann var, bleiv loftaður av donsku skattgjaldarunum, sum mistu einar 2500 mio kr uppá bjargingina. 

Hetta tykist at passa summum sum fótur í hosu, nú hesi somu sóla sær í eini politiskari betrivitan og ikki blúgvast við at mana fram enn eina nýggja mytu um konspiratiónir og um samanrenning millum føroyskt eftitlæti og danskt falslæti.

Soleiðis verður alt vent á høvdið í einum partapolitiskum glantrileiki, har tjóðskaparligt gluggapynt og bringupríði verður pussað til almenningin at skoða.


Útsølan

Endin var so, at TF Holding keypti 70% av Eik fyri 450 mio kr, og kundi landsstýrið ella Fíggingargrunnurin keypt restina til sama kurs.

Hetta hevði merkt, at landsstýrið kundi keypt eginpening svarandi til kr 400 mio. fyri uml. 190 mio kr. 

Semja er alment um, at keypið hjá TF Holding var eitt framúr keyp, og hevði tað sjálvsagt verið eins gott fyri Føroya Landsstýri at keypt restina fyri so greidligan undirprís.

Rætti spurningurin er tí, hvar var Landsbankin, tá hesin møguleiki var á skránni, ella ávaraði Landsbankin móti hesum útsølukeypi, har skattgjaldarin kundi gjørt kvetti? 


Ómissandi Landsbanki?

Nú fíggjarnevndin viðgerð uppskotið um avtøkuna av Landsbankanum skal nevndin tí sjálvsagt gera neyvar greiningar av øllum fyrivarnunum, sum eru í málinum. Veruligi týdningurin av Landsbankanum fyri føroyska búskapin skal lýsast. Herundir hvønn týdning bankin hevur fyri okkara kredittvirði, fyri Samhaldafasta og ikki minst lýsa uppáhaldini um, at Landsbankin hevur ein ómissandi leiklut fyri fíggjarliga stabilitetin. 

Eisini skal avdúkast um Landsbankin er einasti, sum kann tryggja, at sveiggini í búskapinum verða avmarkað, umframt at stovnurin kann fremja gjøgnumskygni í almenna peningarenslinum uttanfyri fíggjarlógina. Hesi avgjørdu uppáhald eigur Landsbankin sjálvur. 

   

Verður hetta lýst til fulnar, hevur Løgtingið haldgott grundarlag fyri endaligu støðutakanini.


Áhaldandi politiska kammerátari'ið hjá summum (neutralum) viðmerkjarunum og tíðindaberum til øll handa mál, og nú eisini viðvíkjandi Landsbankanum, kann eingin seriøsur politikari taka støðu út frá. So einfalt er tað. 

Tí liggur ábyrgdin á fíggjarnevndini at skilja millum rangt og rætt í hesum máli.


Bjarni Djurholm, løgtingsmaður