Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Kvøða til Arbeiðaradagin

2020-04-30 17:13

 Arbeiðarin

Sært tú hana í arbeiðarafjøldini

Mergjaða kvinnan - eitt flogvit

Sært tú veðurbarda mannin 

Niðurslitnir garpar.

Tíðarinnar tonn hava sett síni spor.

Munna stjórar tey vælbjargaðu tey fínu

Av ymsum slag leggja hetta til merkis?

Eg droymi ikki um stórar borgir

Og ísakøld høli

Nei - eg trívist best í tí javna 

Har tað er fjálgt 

Har tað andar av lívi og sál

Hetta er lívið.

Sosialdemokratarnir kring okkum

Eru ikki tað teir vóru: ein arbeiðaraflokkur

Leiðarar av øðrum og triðja ættarliði

Sum David Cameron ið hava arvað tittulin

Hava gingið á kostskúla

Ikki hava staðið ein dag á eini fabrikk

Ikki hava nærkast eini getto 

Helle Thorning ið ongantíð bleiv 

Ein sannførandi sosialdemokratur

Hartil var ov nógv ov nógv Guggi.





Arbeiðarin.rtf