Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Kunnu vit taka lív?

2022-07-04 13:22

Báðar síðurnar vilja, at talið av abortum verður so lágt sum møguligt.

- Tey, sum eru fyri fríari abort halda, at kvinnan skal taka avgerðina.

- Tey sum eru ímóti fríari abort halda, at abort er í lagi í serligum førum. Og at tveir læknar skulu taka avgerð um tað.

Ein skuldi trúð, at hugburðurin, sum sigur, at kvinnur ikki megna at taka røttu avgerðina, var søga um okkara leiðir. Hon er jú søga í so at siga øllum vesturlendskum demokratium. Men her líkist føroysk lóggáva burturúr. Her líkjast vit teimum londum, har kvinnur við lóg ikki hava sama virði sum menn.

Her valdar framvegis tann hugburðurin innan rættarskipanina, at kvinnur megna ikki at taka rætta valið í abortmálum. Tað má ein lóg og tveir læknar avgera.

Lat avgerð og ábyrgd fylgjast

Avgerð og ábyrgd fylgjast ikki, um tveir læknar skulu taka avgerðina í abortmálum. Tá eru tað læknarnir, sum taka avgerðina út frá nøkrum ásetingum við undantøkum, sum nakrir politikkarar (í okkara føri mannligir) tóku fyri umleið 70 árum síðani.

Vesturheimurin hevur annars eyðkent seg við at fara frá ómynduggering av kvinnuni til at vísa henni sama álit sum monnum.

Broytingarnar seinastu øldina hava m.a. borið við sær, at:

- Kvinnan fekk valrætt og valbæri

- Kvinnan fekk sama arvarætt sum menn,

- Kvinnan fekk líka løn fyri sama arbeiði,

- so kom frí abort (tó ikki til Føroyar) osfr.osfr.

Menningin av kvinnurættindum er hend so við og við. Eisini í Føroyum. Og vit eru rættiliga frammalaga í mun til nógv onnur heimsins lond. Men í abortmálum halta vit afturút. Her eru framvegis loyvdir eftir frá tí mansdomineraðu tíðini, tá ið kvinnan hevði minni virði.

Avgerðin liggur enn í hondunum á lógini og í hondunum á læknum, sum tulka lógina.

Hesin parturin av lógarverkið okkara minnir ov nógv um tey lógarverk, sum verða smíðjað í teimum londum, sum ikki virðismeta kvinnur ájavnt við menn, og sum ikki halda, at tær megna at taka røttu avgerðina.

Kvinnan er besta verjan!

Vit (tey flestu) tykjast samd um, at miðja eftir einum so lágum fosturtøkutalið sum møguligt.

Men vit tykjast bara ósamd um, hvussu hetta málið verður rokkið.

Sjálv haldi eg ikki, at vit lækka fosturtøkutalið við lóg.

Lógarforboð hevur ongantíð forða fyri, at abortir verða tiknar.

Lógarforboð hevur altíð og allastaðni tvingað kvinnur at funnið sær annan útveg. Antin hava kvinnurnar roynt at passa inn í tey undantøk, sum almenna lógin hevur fyri fosturtøku, ella tær hava leitað upp møguleikan at fáa eina ólógliga fosturtøku. Ella sum í okkara samfelag, so er møguleikin eisini at fara av landinum at fáa hetta framt.

Sosialar umstøður, familjumynstur, mentan, etikkur og hugburður í einum samfelag er tað sum avgerð talið av abortum. Ikki lógarforboð!

Pápin!

Onkur spyr, um ikki pápin eisini skal hava eitt orð at siga. Svarið er sum útgangspunkt jú.

Tað besta og ideella er, at kvinnan gert við barn, tí bæði ynsktu tað. Men so ideell er verðin bara ikki altíð. Og tá ið tað kemur til at ynskja abort, so er tað ikki altíð, at bara kvinnan ynskir tað. Ofta er tað maðurin/drongurin, sum ynskir, at kvinnan velur abort. Men tá ið tey ikki eru samd, so er tað bara ein, sum kann taka endaligu avgerðina. Og tá er tað ikki meira enn rímiligt, at tað er kvinnan.

Kunnu vit taka lív?!

Kunnu vit taka lív, eru tað nógv, sum so beinrakið spyrja.

Og tað er akkurát tað, sum ger spurningin so samansettan og truplan. Tað er á so nógum mótum, at vit, tað almenna, eru við til at taka lív. Tí kunnu vit spyrja nær er tað í lagi, og nær ikki?

- Kunnu vit taka lív, tá ið mamman er neyðtikin, ella tá ið talan er um insest?

- Kunnu løgtingslimir avgera við undantøkum í lógini, nær tað er í lagi at taka lív?

- Kunnu vit stuðla NATO og øðrum felagsmálum, sum hava til endamáls at styrkja okkum í kríggjum, har fólk verða dripin í milliónavís hvørt ár?

- Kunnu vit verða við til at taka avgerð um at sløkkja respiratorar?

- Skulu vit loyva iðranarbollum, sum gera av við gitna tíðliga í graviditetinum?

- Ein, sum hevur fingið hjálp frá heilsuverkinum til at gerast við barn, kann koma at ganga við fýra børnum. Hon fær at vita, at um tú gongur við øllum verða tey øll fýra sannlíkt fjølbrekaði. Tekur tú tvey kanst tú sannlíkt fáa tvey væl skapt børn. Hvør etisk avgerð er nú hin rætta? Skal kvinnan kunna taka avgerð um at taka lívið frá tveimum av teimum?

Hesir spurningar og aðrir eru mangan ringir at svara uppá. Í abortmálum er valið eisini torført. Eisini um talan er um fría abort. Kvinnan skal gjøgnum eina torføra prosess. Men tað noyðist hon. Ofta endar hon við at siga “veist tú hvat, hetta skal eg nokk klára. Eg vil ikki hava abort!” Í slíkum niðurstøðum er avgerðin hennara. Og ikki avgerðin hjá einum lækna ella hjá løgtingslimum.

Lat okkum fara frá at geva kvinnuni eygleiðarastatus til at geva kvinnuni myndugleikan og avgerðarheimildina.

Vónandi fer kjakið í døgum, sum koma, at menna okkara hugburð og vitan, so vit koma til eina semju, sum broytir lógina og samlar tjóðina

Gott kjak!

Annita á Fríðriksmørk