Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Kunnu vit ikki snakka um okkurt annað?

2022-04-04 08:06

Soleiðis spurdi Bill Justinussen – tá sjófeingið var til viðgerðar í Løgtinginum og kjakið og brikslið bleiv endurtøka og eins og undanfarnu árini.

Samd við Bill Justinussen um at orðaskiftið má skifta skap, orðaskiftið má strukturerast og orðaskiftið má verða meira konstruktivt.

Fiskivinna er so sera nógv og viðkemur so nógvum aktørum og nógum eindum í samfelagnum.

Vit kunnu royna at bólka hetta í evni.

--

Gøgn, - veiðufør, reiðskap, manning og vitan

Úrtøka, - rund, meirvirkjan ella foredling.

Kapitalur, -føroyskan og útlendskan ognarskap, eins og lánsfígging/leasing.

Fiskileiðir, - opnar, stongdar, partvís opnar við rist, v.m.

Veiðusløg, - uppisjóvarfisk, botnfisk, eins og nýggj fiskasløg

Umsetiligheit, - rættindi, loyvi, kvotur, dagar og veiðufør.

Samskifti, - handilsavtalur, veiðuavtalur og umbýti við onnur lond.

Landskassavinning, - tilfeingisgjald, tilfeingisrenta, manningargjald, skatt, ognargjald v.m.

Politiskan og umsitingarligan bygnað saman við vinnu og fólki.

Løgfrøði, -fiskivinnulógir, reglur, karmar og praksis.

Tilmæli, - burðardygd, fiskifrøðingar, Ices v.m.

--

Sum Henrik Old segði, “ein fløkjustampur,” og samd um, at tað er skjótt at vevja alt hetta saman í ein fløkjustamp um orðaskiftið ikki er deilt upp og skipað í evni.

Í fyrstu syftu mítt tilmæli, at greina vinnuna í evni – plussir og minussir á øllum økjum, og í størri mun fáa viðurskiftini at spæla saman – til tað besta fyri vinnu, landið og fólkið, um heild.

--

Fara vit víðari í evninum, so tykist størsta ónøgdin vera um sokallað ‘fámannaveldi’ – at somu reiðarí og somu fólk verða signað við rættindum sum gera, at fiskiskapur verður savnaður á fáar hendur og til stóra meirinntøku fyri útvaldu.

Tvístøðan tykist snúgva seg um, at man rakstrar-, vitanar-, fíggjarstyrki- og úrtøkuliga heldur, at tað er betri við størri eindum. Sjálv eri eg samd í, at hetta er rætt.

Men at tað hevur eina samfelagsliga baksíðu, í og við at atgongdin til rávøruna, sum er okkara felags ogn og høvuðsorsøkin til stórraksturin, kki kemur fólkinum til góðar, í tann mun tað eigur.

Búskaparfrøðingur hevur eisini sett spurnartekin við, hvussu fiskivinnan kann vera fimm ferðir dugnaligari enn onnur dugnalig vinnurekandi, undirstrikandi orsøkina sum serligu rættindini til tilfeingið, geva vinnuni.

Hesum eiga vit at vera samd í – eisini stóru reiðaríini, sum eru høvuðsaktørar í dag.

Tí at verða rakstrarliga mest effektiv við okkara felags rávøru, til metyvirskot til fáu, gevur líkasum ikki meining.

Seinni parturin, sum kann blíva tvístøðan ella mótargumentið móti stórum eindum er vitanin, incitamentið, nýhugsanin og framdriftin.

Tað vil sigar, at vit ístaðin kunnu hava smærri eindir, rakstraliga dýrari vinnu – men sum tá kastar meira av sær í fleiri millumliðum, varðveitir vinnuvitanina og vinnuneistan á fleiri økjum í landinum, eggjar fleiri til nýhugsan og framdrift og fremur tann felagsskap og skattainntøkur, sum meira náttúrliga fella til landið. Tí yvirskotini verða ikki so risastór.

Og sum nú er bilar tað ikki um tey ikki eru so risastór, tá tey alternativt vera liggjandi í deyðum bygningum, sum privati kapitalurin leggur inn undir seg og sum ikki kasta merkisverdugt av sær.

--

Tað vil siga, at tvístøðan í dag snýr seg um stórrakstrarfyrimunir til gagns fyri tey fáu, ella smærri raksktur – til størri gagn fyri kontinuitetin í vinnuni, vitanina, geografisku økini, millumliðini, samfelagið og okkum øll.

Sjálv haldi eg størstu avbjóðingina í fiskivinnuni nú vera at bakka aftur, so hesi ekstraordinæru risa yvirskotini til fáu, steðga.

Antin sum nógv nógv hægri tilfeingisgjøld í verandi støðu, ella við, at fleiri smærri verða boðin við.

Tí tað gagnar ikki samfelagnum og samfelagsgongdini at hetta yvirskotið leggur undir seg bygningar, smávinnur og aðra samfelagsligar hornasteinar, sum í vinnufrælsisligum og samfelagsligum anda liggja betri í tí kjarnuvirksemi og fólki, tey eru partar av.

Eins og tað slettis ikki gagnar samfelagskøkuni, tá privat leggja undir seg ognir og smávinnu.

Hetta er eitt nýtt rák í Føroyum, hetta er skeivur andi – hetta er ósunnur vinnupolitikkur, sum nú, orsakað okkara tilfeingi og risa yvirskot, leggur seg á flestu øki í landinum.

Vóni at vinnan skilir henda ótta í fólkinum og sjálv kemur við uppskoti um hvussu vit bakka aftur og hvussu bróðurpartinum av ekstraordinæra yvirskotinum kemur samfelagnum til góðar, og eisini um hvussu vit kunnu bakka aftur til smávinnu, sum betri tryggjar kontinuitet, haldbæri og samhaldsfesti í okkara høvuðsvinnu.

Ja, skrivaríið her er møguliga eitt sindur upp í saman, -hinvegin haldi eg tað betri undirstrika tað eg vil hava fram.

Bergun Kass