Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Krossferðin ímóti kannabis

2019-02-23 17:35

Mangan er tað staðfest, at tað er fávitska, ið fær fólk til at royna tað sama umaftur og umaftur, men hvørja ferð vænta eitt annað úrslit.

Tað fingu vit at sanna hesa vikuna. Miðflokkurin lagt uppskot fram fyri løgtingið, orðað soleiðis á in.fo.

“Tollvaldið í Føroyum skal fáa fýra hassj-hundar afturat, og endamálið við tí skal vera at forða fyri, at hassj verður smuglað til Føroya. Tað halda teir báðir løgtingsmenninir fyri Miðflokkin, Jenis av Rana og Bill Justinussen. Tí hava teir nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta Taks, 4,4 milliónir afturat, og tann peningurin skal markast til at útvega fýra hassj-hundar fyri.”

Hetta eru góðar moralskar krossfararastemmur inn á bankabókina hjá Miðflokkinum. Men Jenis av øllum eigur at vita, at tað ber ikki til at basa penicilinresistensi við meira penicilini.

Krossferðin ímóti hash er góður politikkur. Men loysir ongan trupulleika. Tí hóast løgrelan og tollvaldið gera øktan innsats, so hava vit ongin tekin um, at trupulleikin kann verða loystur.

Ongantíð hevur løgreglan havt so nógv rúsevnismál sum júst hetta valskeiðið. Frá 2015 til 2017 hava vit havt omanfyri hundrað mál um árið.

Vit vita, at ein stórur partur av hesum er hash/cannabis. Útboðið á svarta marknaðinum er so ógvusligt nú, at tað hevur trýst prísin niður.

Er tað veruliga rætt, at vit skulu halda áfram við tí sama og blíva við at halda at vit veruliga loysa nakran trupulleika? Ein av mongu óynsktu síðueffektunum er svarti marknaðurin. Ein marknaður, sum navnið týðir uppá, livir uttanfyri tann lógliga marknaðin. Tað er nógv, sum ein kundi hugsað sær at vita, m.a.:

  • Hvussu nógv hava atogngd til hann?
  • Hvørju eru fólkini, ung ella gomul?
  • Hvussu nógvar pengar, vit snakka um.
  • Hvar fara pengarnir?
  • Hví keypa tey? Sum medisinering, egna njóting ella til misnýtslu?

Lat okkum gera skilnað millum kannabis og onnur evni. Vit vita í dag at flestu fordómar um cannabis eru uttan grund. Tak til dømis tubbakk og alkohol. Hvussu stór man rokningin fyri tey bæði vera fyri okkara sjúkrahúsverk og samfelagið annars? Sera stór. Men cannabisrokningin verður truplari at ávísa, tí hon er ikki har. Í flestu førum, har cannabisnýtsla verður diagnosticerað, er talan um misbrúk av fleiri substansum.

Støðan viðvíkjandi kannabis er í veruleikanum tann øvuta. Hópin av empiriskum upplivingum frá fólki vísir, at kannabis í veruleikanum hevur positiv árin á heilsuna og lívsgóðskuna hjá fólki.

Eingin ivi er tó um, at tey sum selja á svarta marknaðinum eru ómoralsk. Men lat okkum ikki gloyma, at soleiðis søgdu vit eisini um fólk, ið børsaðu og bryggjaðu áðrenn einkarsølan kom í 1992. Eg fái meg ikki at trúgva, at nógv av okkum vilja aftur til forboðið.

“Var man ov seinur á sjóvarfallinum at “bestilla”, sum man segði, so varð farið til onkran børsara at keypa. Fyri at siga tað, sum tað var, so vóru børsarar í stórum tali í Havn, og úrvalið var nógv størri enn í Klaksvík. Hinvegin vóru børsararnir í Klaksvík bíligari, men so mátti man taka til takkar við einum minni úrvali.” - Norðlýsið

Tað er eyðsæð, at nógv er broytt til tað betra viðvíkjandi rúsdrekka. Til dømis hava vit ikki eitt drykkimynstur, har man bíleggur í hópmongdum (upp til 48 fløskur um árið, 12 fyri hvørt kvartalið) og alt landið liggur í sprittlaka í fleiri vikur. Fólk koma ikki í fíggjarligt óføri uppá sama máta (brennivínsskuld ella missa jørð). Og brennivíns-børsarin er nærum vekk.

Tað er ein vandamikil tanki at hugsa, at vit eru før fyri at loysa slíkar trupulleikar við forboðum. Herferðin hjá krossfararuunm hevur mangan verið til meira skaða enn gagn.

Tað er ómetaliga harmiligt, at Miðflokkurin er av tí uppfatan, at um vit gera meira av tí sama sum vit gera í dag, ja, so forsvinnur “trupulleikin”.

Um vit framleiða/innflyta kannabis sjálvi, fáa vit tamarhald á støðuni. Vit kenna góðskuna og áseta prísin. Vit fáa skyna millum brúkararnir, og veitta røttu hjálpina til røttu fólkina.

Men fyrst mugu fólk viðurkenna, at tey eru ikki Guð, og tí hvørki kunnu, hava rætt ella kompetençu at stýra lívinum hjá øðrum fólkum. Upplýsing og persónlig ábyrgd er og verður okkara besta amboð.

Tað er eingin perfekt loysn uppá alt. Alt verður ein spurningur um at viga upp ímóti hvørjum øðrum. Tað, sum vit fáa gjørt, er at avmarka tapið fyri okkara samfelag.

Keldur:

Miðflokkurin vil hava hashhundar
http://www.in.fo/news-detail/vilja-hava-pengar-til-fyra-hassj-hundar-afturat

Tað vóru nøkur skríggj í bilinum – og so var tøgn!
https://nordlysid.fo/tidindi/58557/tad-voru-nokur-skriggj-i-bilinum-og-so-var-togn

Thomas Sowell, The Reader

14.03.2019 - Fólksins ogn

01.03.2019 - Leiguloft ella tak yvir høvdið?

23.02.2019 - Krossferðin ímóti kannabis

18.02.2019 - Meðan vit bíða eftir nývali

09.02.2019 - Frælsi frá kúgan

03.02.2019 - Frælsi frá at rinda kringvarpsgjald

30.01.2019 - Búskapur

19.12.2018 - Tjóðveldis-ravnarnir

08.12.2018 - Kleptoman-landskassi

27.11.2018 - “Tey ríku” og “tey fátæku”

26.11.2018 - Vitanartrupulleikin

11.11.2018 - Visiónin hjá teimun salvaðu