Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Krav um barnaváttan og annað verður samtykt

2021-04-21 09:30
Sosial- og almannapolitikkur - 

Eg standi í einari undarligari tvístøðu í dag. Eitt av mínum fremstu hjartamálum er at verja børnini - ímóti harðskapi, rúsevnismisnýtslu og serliga móti sexuellari misnýtslu.

Eg havi arbeitt miðvíst fyri hesum síðan eg kom á ting, bæði við almennum fyrispurningum og handan baktjaldið.

Í dag kemur eitt uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrismannin, um at arbeiða við eini skipan um barnaváttan. Eg havi langt síðan heitt á landsstýrið um at arbeiða við hesum og øðrum málum, og eg havi fingið trygd fyri, at hetta málið er nærum klárt at verða lagt fyri tingið.

Hetta er eitt mál, sum samgongan hevur arbeitt við í eina tíð, men orsakað av nøkrum fylgilógum - kriminalskráin hevur ikki verið sett í gildi - hevur tað ikki verið gjørligt at kunna koma á mál við hesum lógaruppskoti áður.

Fyri vikum síðani kom lógin fyri kriminalskráir í gildi í Føroyum, og nú er gjørligt at fara víðari við málinum um krav til barnaváttan.

Jenis av Rana arbeiðir nú við hesum málinum og kemur við einum lógaruppskot í komandi tingsetu, og komi eg sjálvandi at taka undir við hesum uppskoti.

Eg kundi tikið undir við uppskotinum til samtyktar hjá Djóna N. Joensen, har heitt verður á landsstýrismannin at fara undir hetta arbeiðið, men av tí, at landsstýrismaðurin hevur arbeitt við hesum í eina tíð, og nú endaligt kann koma niðan við uppskotinum, dugi eg ikki at síggja nakra orsøk hjá mær til at taka undir við uppskotinum hjá Djóna N. Joensen, sum heitir á landsstýrismannin um at gera tað, sum hann longur hevur gjørt.

Tað kann undra meg, at Javnaðarflokkurin ikki kom á mál við hesum málinum í síðstu tingsetu, men hinvegin kann Djóni N. Joensen nú fegnast um, at sitandi samgonga fær sett hesa lóg í gildi.

Hetta er ein byrjan upp á eina NULL HUGSJÓN innan ágang og seksuella misnýtslu av børnum í Føroyum.

Vit mugu og skulu gera fleiri átøk afturat, og tað kemur sitandi samgonga eisini at gera.

Jaspur Langgaard

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin