Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Kostnaðurin hjá Helga er veruleikafjarur

2020-09-09 11:44

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við arbeiðsmarknaðarmálum, segði í skrivi í gjár, at tað fer at kosta 750 milliónir krónur at stytta arbeiðsvikuna tríggjar tímar. Kostnaðurin hjá Helga er veruleikafjarur, og tørvurin helst størri, enn hann grunar. Høvdu allir politikarar havt hugburðin hjá Helga Abrahamsen, so høvdu vit helst framvegis havt 48 tíma arbeiðsviku.

Vaksandi tørvur á broytingum
Føroyska arbeiðsfjøldin er hin virknasta í Evropa, men tølini vísa eisini, at føroyskar kvinnur liggja triðovast í heiminum, tá tað kemur til at arbeiða niðursetta tíð. Eisini síggja vit, at talið av teimum, sum gerast strongd, er hækkandi í okkara parti av heiminum. Ein møgulig orsøk til hesi viðurskifti kann vera, at tað er trupult at fáa arbeiðslív og familjulív at hanga saman.

Helgi Abrahamsen undrast á, at Javnaðarflokkurin ikki stytti arbeiðsvikuna seinasta valskeið. Til hetta kann sigast, at tað ikki var ein partur av valskránni hjá Javnaðarflokkinum til valið í 2015 og heldur ikki partur av samgonguskjalinum hjá undanfarnu samgongu. Samfeløg eru ikki statisk og broytast alla tíðina. Eisini á arbeiðsmarknaðinum.

Seinastu árini hava fleiri fakfeløg m.a. Heilsuhjálparafelagið og Starvsmannafelagið víst á, at tørvur er á at stytta arbeiðsvikuna. Hetta hava vit tikið til okkum, og tí tóku vit tað við í valskránna fyri 2019. Vit halda, at tíðin er komin til at gera nakað við vaksandi tørvin á broytingum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Tí hava vit latið inn uppskot til samtyktar, har vit heita á landsstýrið um at taka hetta málið upp til trípartasamráðingar og síðani leggja lógaruppskot fyri løgtingið. Uppskotið hevur verið til fyrstu viðgerð, men samgongan hevur ikki víst áhuga fyri at broyta lógina. Hetta hóast talan bert er um eitt uppskot til samtyktar, sum gevur landsstýrinum góðar møguleikar til at taka málið upp við partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Um løgtingið samtykkir uppskotið kunnupartarnir í felag finna útav, hvussu nógv tað í veruleikanum kemur at kosta, og hvussu tað kannfremjast yvir tíð.

Dýrari at lata vera
At stytta arbeiðsvikuna við trimum tímum fer ikki at kosta samfelagnum 750 milliónir, sum Helgi Abrahamsen vil vera við. Langt frá. Helst fer tað ikki at kosta lands- og kommunukassunum nevnivert.

Fyri tað fyrsta skulu vit minnast til, at uppskotið er at stytta arbeiðsvikuna stigvíst – ein tíma í senn.

Øll arbeiðspláss fara neyvan at seta fólk í starv fyri hvønn einstaka tíma, sum arbeiðsvikan verður stytt. Í summum førum, til dømis har arbeitt verður í vaktum, og har arbeiðsbyrðan er stór, verður hetta neyðugt, tí ætlanin er ikki, at fólk skulu renna skjótari fyri somu løn. Men royndir aðrastaðni eru komnar til ta niðurstøðu, at við at seta arbeiðstíðina niður, verður spart nógv í sjúkradøgum, produktiviteturin fyri hvønn tíma økist, útreiðslurnar til heilsuverkið minka, og starvsfólkini gerast betri fyri sálarliga við at hava styttri arbeiðsviku. Tí er tað ógvuliga sannlíkt, at kostnaðurin av at stytta arbeiðsvikuna verður spardur inn aftur á fleiri øðrum økjum. Harafturat skulu vit minnast til, at fleiri longu arbeiða niðursetta tíð, og harvið bert verða lønt nakað hægri fyri sama brøk, uttan at tað er neyðugt at seta fleiri fólk í starv. Verður meira útgoldið í lønum, fáa lands- og kommunukassarnir eisini meira inn í skattakrónum.

Tað er rætt, at kostar nakað at stytta arbeiðsvikuna. Men vit eru sannførd um, at tað er dýrari at lata vera.

Áheitan um at samtykkja uppskotið
Í Javnaðarflokkinum vilja hava eitt samfelag, har tað ber til at fáa familjulívið og arbeiðslívið at hanga saman, uttan at tað gongur út yvir fíggjarligu og sálarligu orkuna hjá føroyingum. Vónandi fer samgongan at samtykkja uppskotið, so landsstýrið og partarnir á arbeiðsmarknaðinum í minsta lagi fáa høvi til at viðgera málið ordiligt.

Aksel V. Johannesen,
formaður Javnaðarfloksins