Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Koronupass og fólkaræði

2021-11-30 12:01

Kjakið um koronupass fer fram nógvastaðni. Hetta er ein tíðargrein, sum kom út á NRK tann 29.11.2021.

Dem og oss

Skrivað hevur Einar Øverenget, professari í heimspeki við lærda háskúlan “Høgskolen i Innlandet”. Týtt hevur Elin Henriksen, og greinin verður løgd út her við loyvi frá høvundinum og frá NRK.

Vit og hini

Nógv skeivt kann verða gjørt í politikki, men vandi er á ferð, um politikarar koma við ábendingum mótvegis einum stórum meiriluta um, at trupulleikar teirra standast av einum lítlum minniluta.

Nógv skeivt kann eisini verða gjørt av fjølmiðlunum – men um miðlarnir ikki fylgja málinum upp við kritiskum spurningum og heldur velja at spyrja: Eru vit ov lagalig mótvegis hesum minnilutanum? – tá eru vit á veg út, har vit ikki grynna.

Hví?

At menniskju verða sett upp ímóti hvørjum øðrum, elvir til antidemokratisk rák. Vandi er serliga á ferð, um farið verður at eyðmerkja “innaru fíggindar”. Nú hava einstakar røddir birt upp undir hetta við at halda upp á, at tey ókoppsettu eru slík, sum sníkja seg at ferðast ókeypis, og at tey tí mugu koma undir eftirlit við at nýta koronupass.

Við øðrum orðum, tey móti okkum.

Vit kenna alt ov væl vandarnar, sum koma í kjalarvørrinum á at polarisera menniskju. Tá ið bólkar av fólkum verða settir upp ímóti hvørjum øðrum, og serliga, tá ið ein stórur meiriluti verður settur upp ímóti einum lítlum minniluta, so kunnu hugtøk sum “tey virðiligu” og “tey óvirðiligu” lættliga koma til sjóndar.

Hetta kann elva til spjaðing, har politiska fjúsið er stutt.

Í summum londum er frá myndugleikanna síðu kykað undir sera polariserandi málnýtslu, sum í veruleikanum mælir íbúgvunum til at meta hvønn annan út frá einum ávísum vali, tey hava gjørt – at lata seg koppseta ella ikki – í staðin fyri at virða frælsið hjá hvørjum øðrum at velja. Á henda hátt verða skaptir mótsetningar, sum birta upp undir ótolsemi, ið er bakkast fyri opna samfelagið.

Men hvat hevur frælsi við hetta at gera, spyrja summi. Her snýr tað seg um lív og deyða. Ja, tað ger tað, men tað ger tað í øgiliga nógvum øðrum viðurskiftum í opna samfelagnum – uttan at mann av teirri orsøk stigmatiserar bólkar av menniskjum, útihýsir teimum og tekur frá teimum frælsi og rættindi, sum meirilutin eigur.

Fólkaheilsuráðið (tað norska, viðm. týðarans) ger tí týðiliga greitt, at tað er sjálvboðið at lata seg koppseta. Preben Aavitsland, yvirlækni í Fólkaheilsuráðnum, sigur við NRK, at tey alla tíðina týðiliga hava gjørt greitt, at koronukoppsetingin er sjálvboðin, og at hetta er eitt tilboð, sum fólk kunnu taka av ella lata vera við at taka av.

Ein orsøk er til tað, og tað er, at ein grundleggjandi meginregla í øllum, sum hevur við medisinska viðgerð at gera, er upplýst samtykki. Hetta frælsið er eisini sjálvt grundarlagið undir einum fólkaræði; tí skulu vit altíð vera varin, tá ið tað verður sett undir trýst.

Kortini veksur fram tann fatan, at tey, sum hava valt at lata vera við at koppseta seg, mugu kunna verða útihýst. Koronupassið er júst eitt tílikt amboð, ið hevur sum endamál at gera skilnað millum menniskju. Tað snýr seg ikki um at fara eins við fólki – men um at gera mun á.

Ikki er altíð skeivt at gera mun á fólki, men gera vit tað, so má saklig grundgeving fylgja við.

Tað avgerandi er sjálvandi hetta: Er tað satt, at trupulleikarnir, vit nú hava fyri framman, standast av einum lítlum minniluta av ókoppsettum? Er tað satt, at eitt koronupass fer at loysa trupulleikarnar?

Hesir spurningar kunnu verða fataðir á ymsan hátt. Ein máti er tann áskoðan, at tað eru tey ókoppsettu, sum elva til, at farsóttin heldur fram, við tað at smittan breiðir seg – og at hesum verður forðað fyri við koronupassi.

Men nú vísir tað seg, at eisini tey, sum eru koppsett, kunnu verða smittað og kunnu smitta onnur – og nú níggju av tíggju eru koppsett, sigur tað seg sjálvt, at koppsett samanlagt munnu smitta fleiri enn ókoppsett gera.

Sæð úr hesum sjónarhorni tykist tað burturvið at halda upp á, at tey ókoppsettu eru orsøkin til, at smittan breiðir seg, og at tey tí mugu verða hildin uttanfyri við at nýta koronupass.

Ein annar máti at fata spurningarnar er at halda upp á, at tey ókoppsettu verða sjúkari og leggja størri trýst á heilsuverkið enn tey koppsettu, og at tey tí eiga at lata seg koppseta – og at koronupassið kann vera hóskandi amboð at leggja trýst á tey við.

Okkurt bendir á, at tað er rætt, at ókoppsett verða sjúkari, men álvaratos, eru vit von at avmarka frælsið hjá menniskjum, sum vegna tað, tey velja, leggja størri trýst enn onnur á heilsuverkið?

Hvussu við teimum, sum eta ósunt, drekka ov illa og aldrin venja? Tey við ósunnum lívsstíli leggja eisini størri trýst á heilsuverkið enn tey, sum liva sunt. Taka vit okkum tykni av, at tey brúka seingjarpláss hjá sjúkrahúsverkinum?

Mangt bendir á, at henda hugsanin: At tey ókoppsettu eru slík, sum sníkja seg at ferðast ókeypis, og sum oyðileggja fyri tey koppsettu og tí mugu verða hildin uttanfyri við at seta í verk koronupass – rætt og slætt er eitt narrativ, sum eigur at verða rættað.

Slíkar søgur ber kanska til at fata, sæð úr sálarfrøðiligum sjónarhorni, men tær hava í øllum førum sera neiliga ávirkan á samfelagið. Einki gott er nakrantíð komið burtur úr nakrari roynd at polarisera menniskju og taka frælsi og rættindi frá einstøkum bólkum.

Orsøk er til at halda, at vit, sæð úr medisinskum sjónarhorni, tola, at ein av tíggju hevur valt ikki at lata seg koppseta – og tá eiga vit eisini at tola tað politiskt og sosialt.

Avgerandi roynd fyri eitt fólkaræði er, hvussu tað fer við minnilutum.

Í dag eru tað rættindi hjá onkrum øðrum, tað snýr seg um – í morgin eru tað kanska tíni.