Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Koronu-keisarin gongur framvegis nakin

2021-12-17 12:37

Á jólum hesaferð skulu vit umframt Jesubarnið eisini hátíðarhalda 2 ára føðingardagin hjá covid-19.

Er tað nakað, eg í mínum yrki sum lækni havi erfarið, so er tað hvussu skrøbelig og ósikkur tilveran er. Hvussu knappur yvirgangurin frá heilsu til sjúku er. Hvussu man tekur lívið fyri givið tá man hevur heilsuna, og hvussu man av almakt heldur fast í sínum kæru, tá niðurteljingin foldum frá er byrjað.

Av hesi somu orsøk merki eg á mær, hvussu týdningarmikið tað enn eina ferð er at gera vart við, at vit eru farin ov langt í royndini at fyribyrgja virussmittuni covid-19. Í samfull tvey ár hava vit í ávísan mun livað við avmarkingum og intensum uppmerksemi á smittu og sjúku. Hesi 2 árini havi eg persónliga borið eitt barn undir beltið og verið um hana soleiðis at hon er klár at møta umheiminum av álvara. Men hvørjum umheimi er tað hon nú møtir?

Gongdin hesi seinastu tvey árini hevur verið at vit eru farin at síggja lætt upp á frælsið hjá tí einstaka við tí noblu intentión um at fyribyrgja tí ófyribyrgiliga. Eg eri ikki longur í iva um at vit øll skulu møta koronu fyrr ella seinni. Og seinastu tvey árini eru í stóran mun farin við at royna at renna undan og hetta hevur inngrógvið ein stóran ótta í fjøldina.

Tað er fyri so vítt væl skilligt at fólk óttast tá tey gerast varug við at hetta virusið kann taka lív. Tí lívið er jú tað einasta vit hava. Men lívini sum covid tekur, eru aloftast tey, sum frammanundan eru komin til endan. Har virusini longu standa í kø at sleppa at binda seinasta knútin. Harundir virus sum eru minst líka sjúkuelvandi sum covid-19, men sum ongin tekur upp á tunguna, tí vit orsakað av massivu korona eksponeringini í miðlunum eru blivin snævurskygd og einsporaði. Og so eru tað undantøkini, sum vit eisini øll harmast um. Men har mugu vit hava í huga at tað er væl vandamiklari hjá yngri fólki til dømis at ferðast í ferðsluni enn at verða smittað við koronu, men vandin í ferðsluni er ein grundtreyt vit liva við. Vit hava jú innført relevant trygdartiltøk - trygdarbelti og hámarksferð til dømis. Tá tað kemur til koronu meti eg koppseting av útsettum bólkum vera einasta fyribyrgjandi tiltakið, ið etiskt kann forsvarast at halda fram í áravís. Restin ger meir skaða enn gagn.

Trupulleikin er eisini í stóran mun brillurnar, vit hyggja við - og sum eisini mynda tíðindaflutningin. Farsóttarnevndin hevur til uppgávu at hyggja eftir koronu, og koronu einans. Farsóttarnevndin skal ikki taka støðu til ótta, isolatión, einsemi, tunglyndi, inaktivitet, avleiðingar av testkulturi, harundir hóptestan av frískum børnum, har tvang javnan má nýtast, jagstran av syndabukkum, sosiala ójavnvág og vit kundu hildið áfram. Men einsemi og tunglyndi er altso eisini vandamikið. Kanska ikki á ein ba-bu-blunkandi-ljós-respirator-sligan hátt, men hesi fólkini enda eisini á sjúkrahúsinum, tó uttan at hetta verður lisið upp í tíðindunum.

Eftir tveimum árum við atliti, sprittan, maskum, avlýsingum, útsetan, isolatión, koppseting og stigmatisering eru vit annars komin aftur til upprunaliga argumentið - heilsuverkið skal ikki hokna undan. Hetta hóast bert ein brotpartur av okkara andingartólunum vóru í nýtslu, tá smittutrýstið var upp á tað hægsta fyrr í heyst.

Men á jólum 2021 er keisarin framvegis nakin og vit øll eru komin tvey ár nærri okkara síðsta andadrátti. Heldur ikki í ár sleppa børnini til jólagudstænastu orsakað av einum virusi, ið ikki ávirkar tey meira enn hini 30 ella nógv fleiri andaleiðsvirusini, sum eisini eru í umferð. Ynskja vit at brúka hesa høgtíð og eisini komandi dagar við restriktiónum og tilmælum fyri at fyribyrgja tí ófyribyrgiliga? Vit mugu gera upp við okkum sjálvi um vit í 2022 framhaldandi vilja liva í fjarstøðu og ótta heldur enn í nærstøðu við virðing fyri at einasta løtan vit eiga, óansæð aldur og heilsustøðu, er beint nú.

Jenny í Jákupsstovu, lækni

---

Les eisini:  Aksel Kambsskarð Berg, lækni: Er korona farligt?