Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Koronalærdómur: ekspertar, kennið tykkara vitjunartíð!

2020-05-06 17:14

"Tað er jú sjálvt lyndið í vísindini, tað ‘spesialiseraða’, har vónandi dugnalig fólk taka seg burtur frá vanligum lívi við tí endamáli at hugsavna seg um eitt spesifikt øki í langsamiliga tíð, ið ger tey aldeilis óegnað at taka avgerð um samansett og kollegial viðurskifti."

"Kreppuráðsins “Goymið tykkum fyri lívið!”- vísindi tykist ikki stórvegis samansett og serkøn í sínum, ja, meiri Skótin í Bø enn William Wallace máta at handla uppá, tá ið á stendur."

Agga Niclasen: meining@meyl.fo

“Lurta at ekspertunum!”. Vísindin – tað er altíð “Vísindin” heldur enn einans “vísindi”... fyri líkasum at geva tí ein uttanjarðar eginleika – er gjørt um til eitt slag av evangeliskum sannleika, sum vit øll skulu, ikki bert boyggja, men bukka fyri; eitt slag av metafysiskum myndugleika, allar politiskar avgerðir skulu grundast á.

Enter Greta Thunberg, ið fjálturstungin og fepursjúk varð flashað av politiska klassanum og right-on fylgjarum, meðan óbrúkiliga fjølmiðlaverðin einki gáaði og lat hana plága garnarnar úr okkum við sínum kravi um, at øll skulu “listen to The Science”.

“Í hesum Koronadøgum” hevur tað runnið fram fyri fólki, at vísindi er ein fløkjaslig, langrøkin og ‘falsifiserbar’ leitan eftir loysnum og sannindum; og ikki, tit, ein útbýtari av óreingiligum vísdómi, ið heilrandað samfeløg mugu skipa seg um.

“Serfrøðingar eru allíkavæl ikki heilt samdir”, “teir enntá skeldast”, opinberiliga; sjálvt smittulæknin, eisini nevndur Frelsarin, og fútin, við sínum ótolandi allegoriium, eru ósamdir. Og hetta kann ikki koma óvart á nakran, tí vísindi er ein ofta klandurslig tilgongd til tess at víðka um okkara fatan av veruligu verðini. Ikki ein doypifuntur desainaður einum politiskum ella moralistiskum... vísdómi – vammaleysum vísdómi, sjálvandi.

Tað verður dúgliga tosað um at lurta at “Vísindini” – sum um tað bert er tann eina meiningin, og ikki fleiri. Hetta er óheppið, men vónandi ein áskoðan, ið andar út aftaná Korona-gangin, tí vísindi er nevniliga ikki ein góður leiðbeinari fyri samfelagið.
Jú, vísindi er alneyðugt fyri okkara fatan av verðini og at vekja innlit í nýggja tøkni og viðgerðir, sum okkara samfeløg hava brúk fyri. Ja, vísindi er neyðugt fyri at basa náttúruni – og soleiðis gevast at vera offur fyri henni. Alt hetta er super. Men vísindi kann ikki siga okkum, hvat er best fyri teg og meg; fyri okkara samfelag í politiskum, búskaparligum og moralskum høpi.

Um nakað, tá er tað jú sjálvt lyndið í vísindini, tað ‘spesialiseraða’, har dugnalig fólk taka seg burtur frá vanligum lívi við tí eittans endamáli at hugsavna seg um eitt spesifikt øki í langsamiliga tíð, ið ger tey aldeilis óegnað at taka avgerð um samansett og kollegial viðurskifti – ella, orðað øðrvísi, tann meiri fjøltáttaða og fólkaræðisliga spurningin um, hvat er best fyri okkara samfelag.

Tá ið vísindi gatar ígjøgnum og gerst partur av politikki, kenna bæði sviðan. Vísindi er tá í vanda fyri at verða politiserað, meðan fólkaræðisligt lív gerst veikari gjøgnum ein bundinskap til “serkunnleika” fram um fólksins umhugsni.
Tað sagt, tá tykist Kreppuráðsins “Goymið tykkum fyri lívið... og helst frá tí eisini!”- strategi ikki stórvegis samansett og serkøn í sínum, ja, meiri Skótin í Bø enn William Wallace máta at handla uppá, tá ið á stendur. 

Korona-kreppan, um nakað, við teim ósemjum, sjálvt innan somu serfrøði, men serstakliga millum tær mongu, sum eru, og hava sín relevans í samband við og orsaka av serfrøðingastýrdum tilmælum, hevur víst, hvussu skirvislig vísindi er, tá torusløgini leika á.
Tey av okkum, sum skilja týdningin av fólkaræðisligari leiðslu, men eisini hvussu týðandi ‘spesialiserað’ vísindi er, hava annars verið forbankað einsamøll í longri tíð. Ov nógv hava kannað sær handa óvanan at brúka ella gera sær dælt av vísindi at rættvísgera politisk tiltøk, myndugleikatrúgv og moralska sannføring. Men nú, sum fylgja av avvarðandi kreppu, eru onnur so smátt byrjað at skilja millum politikk og vísindi.

Smittulæknar hava helst eitt væl frægari forstáilsi fyri, hvussu virusir hava lyndi til at spjaða seg; men teirra forstáilsi fyri, at øll onnur koma í dýrastu neyð, fáa teir sín treytaleysa vilja, finst ikki. Ella, um tú vilt, teir eru ikki meiri ekspertar enn tú og eg, tá tað kemur til moralitet, búskap ella sosiologi.

Hetta, at gera modellir, og fylgja teimum blint, er møguliga ein góð upplýsingarkelda hjá politikarum, men at taka lut í eini fordømisleysari heimsending av arbeiðandi fólki og sóttreinsa at kalla alt vinnuligt virksemi við støði í einum modelli, er láturligt og lívshættisligt.
Vit kunnu tí siga, at Vísindin, sum higartil nýtt mannagongd, spakuliga, men munaligt hevur fylt tey hol, har moralskar og politiskar meiningar og, ikki minst, dirvi, áttu at gjørt tað. Og nú má vera nokk!

Tí mæli eg til eina nýggja tíð, eitt rúmari sjónarmið og lesing av politiskum lívi, burtur frá tí varni, ið heldur okkara sjálvbjargnisvilja aftur, og sum er blivin bundin at tí myndugleika, frøði og frøðingar sita við. Ein tíð við kós ímóti einum annarleiðis og meiri meiningfullum tíðarskeiði, har landsstýri taka tað álit og skyldu, teir hava fingið, í veruliga víðtøknum álvara, fyri síðani at sannføra okkum onnur, mentað og fólkaræðisligt, at tað, tað hevur í ætlu, er tað rætta at gera.

Sært tú, tað er ein verð, ið vil nakað, og eitt lív, eg kann siga “Tjikker Likker Tjau Tjau” til.