Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Korona og endaflokkarnir á miðnámi

2020-04-30 13:00

 

Í gjár savnaðust næmingar úr N17Y á parkeringsplássinum framman fyri Miðnámsskúlan á Kambsdali. Tey komu sjálvboðin at hitta hvønn annan. Ikki á vanligan hátt, sum tey plagdu seinastu trý árini hvønn einasta morgun. Nei, tey komu í bilum og settu bilarnar í ring og sótu so í upplatnu bagasjurúmunum og tosaðu saman úti í frískari luft, meðan tey grillaðu sær nakrar pylsur og tosaðu um endaveitslurnar, ið ikki verða til nakað -um pisurøður og próvhandan, ið kanska heldur ikki verða til nakað.

Hetta hendir, meðan landsins myndugleikar fundast um, hvussu samfelagið og allar dyr varliga skulu latast upp aftur.

Hesin triði flokkur og allir hinir triði flokkar og annar HF hava tað í felag, at endaspurturin í skúlatíðini er horvin. Ikki so, at tey ikki hava havt úr at gera seinastu tíðina; men skúlagongdin er horvin. Ongin hittist til nakað, bert eindimensjonellir lærarar royna hvør á sín hátt, meir og minni væleydnað, at koma í gjøgnum tilfarið, sum krevst gjøgnumgingið fyri próvtøkuna.

Øll samveran, øll gleðin og allur spenningurin um at nærkast endanum á einum longum og ríkum skeiði er gloppin okkara ungu av hondum. Læran, sum fer fram í samspæli í millum næmingar og lærarar og sum skapast í løtuni við spurningum og hugarákum við samveruni sjálvari -tann læran er burtur. Og tann týdningarmikla “endalæran”, sum fær alt møguligt at fella upp á pláss, tá vit seinastu og intensivastu mánaðirnar í allari gongdini fáa træðrirnar í lærugreinunum og lærugreinanna í millum -tann læraran er burtur.

Og meðan myndugleikarnir senda smæstu børnini aftur í barnagarð, smáu flokkarnir í skúla og so teir eldru við, so hava vit bíðað spent at vita, hvussu vit fáa bjargað endaflokkunum. Og nú kom fyriskipanin: fyrsti og annar árgangur á miðnámi skulu so líðandi aftur í skúla. Og um endaflokkarnar ikki eitt einasta orð – teir sleppa ikki aftur í skúla.

Henda raðfesting nýtur fast. Nú er ikki til at siga, hvør ráðgeving skúlamyndugleikarnir hava fingið. Men lat tey, ið bjargast kunnu í síðstu løtu, bjargast. Og lat tað, ið bjargast kann í komandi skúlaári, liggja til ta tíð.

Ikki øll gleðast um, at henda tíðin gerst so skúlasoltin. Her fyri sendi ein næmingur mín fyrispurning til MMR, har hann kærdi sína neyð, tí hann ikki SLEPPUR til próvtøku i summar í øllum sínum lærugreinum (HF). Næmingurin kennir seg lumpaðan at hava gingið í einari karakterleysari skipan og nú skal dúva upp á árskarakter.

Eftir 22 árum í fullari tíð í skúlaskipanini haldi eg meg hava sæð mangt. Men ikki væntaði eg so lítið av sátt og semju í so avbjóðandi tíðum. Hví skal so at siga hvørt smábarn í skúla og í barnagarð, meðan vit hava mist so dýrabara undirvísing, eisini skulu missa tað, ið kundi verið bjargað?  Og hví ikki vera sambærilig við Danmark, sum okkum dámar so væl í skúlahøpi, nú tey hava latið dyrnar upp fyri triðja S?

Miðnám veður ikki ofta tikið upp á tungu í almenna kjakinum -tað er helst ein skipan, fólk gleðast um og sum riggar fyri tað mesta væl. Lat okkum nú taka lógvatak saman um endaflokkarnar á miðnámi og krevja, at N17Y ikki longur tørvar at hittast á parkeringsøkinum, men sleppur inn í skúlastovurnar beinanvegin í næstu viku.

Lat okkum bjóða endaflokkum frálæru og læru, lat okkum hugsa um nám og næmingar. Lat okkum sleppa at geva teimum ungu krúnuna á verkið, so húgvan fer at sita væl.

Óluva Klettskarð, lektari og mamma