Kommunan skal ganga undan at skifta frá oljuni

2020-10-19 08:06
BILAR: Nýggir bilar, sum kommunan keypir, skulu ikki nýta olju. Sama er galdandi fyri maskinur og amboð. Somu treytir skulu setast feløgum, sum gera arbeiði fyri kommununa.
BUSSLEIÐIN: Sjálvandi skal Bussleiðin ikki nýta olju!
BYGNINGAR: Nýggir bygningar, sum kommunan byggir, skulu vera væl bjálvaðir og nýta grønar hitaskipanir. Verandi bygningar skulu sum skjótast bjálvast og skifta til grøna orku.
OLJUFÝRINGAR: Tað skal verða bannað at seta oljufýringar í hús, almenn sum privat, og verandi oljufýringarnar skulu verða skiftir út áðrenn 2030.
SÓLORKA: Sólpanel ella sólfangarar skulu verða settir upp á allar kommunalar bygningar, sum eru hóskandi til endamálið.
Nýggir bygningar, almennir ella privatir, skulu gerast so, at teir eru hóskandi at seta sólpanel ella sólfangarar á teir.