Klaksvíkar sjúkrahús á Rættari kós

2013-06-11 16:18

Klaksvíkar sjúkrahús hevur í langa tíð havt sum strategi at  fáa serlæknar á ymsum økjum hendavegin. Hetta eru serlæknar á altjóða høgum støði, sum gera eitt høgt tal av somu uppgávum. Sama rutina fæst neyvan við bert at arbeiða i  Føroyum.  Til tess er  fólkagrundarlagið  ov lítið


At fáa serlæknar hendavegin  er eftir mínum tykki júst tann rætti vegurin at ganga.  Kann nevna, at   aðrastaðni  er krav til ein serlækna, at hann  minimum skal gera  50 skurðviðgerðir av sama slagi,  fyri yvirhøvir  framhaldandi at kunna kalla seg serlækna. 


Hvussu er í Føroyum, hava vit møguleika til hetta við 48000 íbúgvum?  


Trúgvi neyvan, at vit kunnu uppnáa somu rutina   við so lítlum  fólkagrundarlagi.   Vit eiga at seta sjúklingin í fokus. Tí skulu vit eisini hava serlæknar á høgum altjóða støði aðrastaðni frá hendanvegin. Vit fara sjálvandi altíð at hava nakrar serlæknar í Føroyum,  sum fara at hava rutinu innan teirra øki.  


Klaksvíkar sjúkrahús hevur í áratíggjur  verið slóðbrótandi við at  fáa serlæknar hendanvegin.  Her er talan um  serlæknar á altjóða høgum støði og sum eru viðurkendir um allan heim fyri teirra dugnaskap. Teir hava rutinu og royndir, sum ikki er møguligt at uppnáa við bert at arbeiða í Føroyum. 


Starvsfólkið á Klaksvíkar sjúkrahúsi er somuleiðis vælútbúgvid júst til tær sergreinar, sum verða gjørdar á sjúkrahúsinum. Hesi hava í fleiri umførum verið á serdeildum á framkomnum sjúkrahúsum uttanlanda fyri at fáa sær upplæring í  at geva 1.floks viðgerð til sjúklingarnar, sum eru  skurðviðgjørdir av serlækna. 


Eftir mínum tykki skulu vit  duga at seta prís uppá tað arbeiði, sum Klaksvíkar sjúkrahús ger á sínum øki, heldur enn at royna at leggja fótonglar. Lat okkum  seta prís uppá at læknar, starvsfólk og leiðsla , sum allatíðina royna at gera seg dugnaligari,  effektivari og finna  nýggjar leiðir.  Í hesum sambandi er eisini vert at minna á, at Klaksvíkar sjúkrahús fekk gott skoðsmál í sjúklinganøgdsemiskanningini, so hví skal nakað broytast her ?  Kanska  broytingar ella niðurleggingar skuldu verið gjørdar  onkra aðrastaðni ístaðin ! Never change á winning team. 


Klaksvíkar sjúkrahús veitir eisini grundleggjandi viðgerð til øll. Og sum grein í Norðlýsinum vísir á, so er talið, sum leitað sær hjálp á Klaksvíkar sjúkrahúsi  vaksandi. Tað sigur seg sjálvt, at fólki fer har, sum tey merkja, at tey fáa ta bestu viðgerðina.  So kanska dupultfunktiónin,  sum verður gjørd aðrastaðni, skuldi verið spard burtur.  


Fyri at fáa frið og ró á hesum økinum vil eg staðiliga heita á Karsten Hansen, landstýrismann í heilsumálum,  skjótast gjørligt at melda út  - so tað ikki er til at misskilja -  hvørjar sergreinar skulu verða á hvørjum sjúkrahúsi.  Veit væl, at aðalorðaskifti skal verða í heyst um heilsuverkið. Tá trúgvi eg veruliga, at Karsten Hansen vísir sínar gomlu dygdir og sker ígjøgnum.


Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna