Klaksvík hevur góðar møguleikar

2012-10-18 15:32

Sigast má, at hetta gjørdust fýra gróðrarrík ár. Arbeiðsloysið millum lægstu í landinum, skattinntøkan hækkaði, fólkatalið øktist, stórar kommunalar útbyggingar vórðu framdar og kommunubúskapurin kom aftur á rættkjøl


Tað hevur ongantíð verið lætt at verið næststørsti býur í einum landi. Tað er tað heldur ikki í Føroyum, tí er so umráðandi, at vit øll standa saman, draga somu línu, hóast vit til tíðir kunnu vera ósamd. Latið okkum altíð hava í huga, at trýstið á okkum er hart frá øðrum pørtum av landinum.


Vit eru so heppin av hava íverksetarar og vinnulívsfólk, sum ongantíð hevur óttast at gera íløgur. Fakfeløg sum hava skilt hvussu umráðandi tað er at samstarva við vinnuna, og at hesi hava sett á, tá ið samráðingar hava verið og heilt nátúrligt roynt at drigið so nógv til sín sum gjørligt.


Klaksvík – eitt sterkt samfelag

Eg má siga, at eg havi fegnast um, hvussu okkara ungdómur ítróttarliga hevur gjørt okkum øll errin av at vera klaksvíkingar. Eisini hava góð mentanartiltøk givið býnum so nógv, her kann m.a. nevnast Torradagar, ein broytt og meiri áhugaverd Norðoyastevna, Sjómannadagur og Summarfestivalurin og komandi ár verður Fish Fair aftur.


Vit sum býráð hava skyldu til at fylgja upp, men so sanniliga eisini við arbeiðssemi og visjónum at skapa nýggj og meiri framkomin átøk.


Seinastu fýra árini hava verið gróðrarrík fyri Klaksvík. Arbeiðsloysið er um at vera lægst í landinum, skattinntøkan er hækkað, fólkatalið økist, stórar kommunalar útbyggingar eru og verða framdar uttan lántøku. Tað var eitt risatak, at fáa kommunubúskapin aftur á rættkjøl eftir at kommunan ikki hevði frælsi at handla vegna vánaliga fíggjarstøðu, men heimildin lá hjá landsstýrinum. So fyrsta tíðin fór við at gera stórar skerjingar.


Nógv skal fremjast komandi árini

Nógv er fingið frá hondini seinastu árini. Talan er um Skúlan við Ósánna, nýggja ellis- og røktarheimið, sum verður liðugt komandi ár. Stóra arbeiði á umhvørvisøkinum, har arbeitt verður eftir spillivatnsætlanini, hetta kostar milliónaupphæddir, Norðhavnin, sum var sett í verk í 1999, og sum hevur givið veruligan dynamikk, verkætlanin undir Kráarbrekku, sum varð sett í verk seinast Fólkaflokkurin sat við róðrið, og har nú verður arbeitt við 2. byggistigi. Hetta bert fyri at nevna nøkur fá átøk av mongum.


Við hesi fyrstu áheitan míni á tykkum borgarar, bjóði eg meg fram til at stjórna býnum komandi fýra árini, nú stórar verkætlanir liggja fyri framman: Miðbýarætlanin, vakstrarætlan fyri Klaksvík, Skúlin á Ziskatrøð, Svimjihøllin, møgulig víðari útbygging av Norðhavnini og aðrar stórar ætlanir.


Tilreiðar til avbjóðingina

Til seinast vil eg nevna, at tað eru ikki so nógv ár síðani, at á stovnum hjá Klaksvíkar Kommunu bert vóru umleið 40 fólk í starvi, afturímóti ídag 200. Hetta er hent ígjøgnum árini, eftir at kommunan hevur yvirtikið t.d. barnaansingina, og har fleiri aðrar ábyrgdir eru lagdar yvir á kommununar at taka sær av. Tað ber ikki til at stjórna býnum eftir sama leisti, eisini tí, at framtíðin fer at seta uppaftur størri krøv. Kanska áttu vit at verið farin undir hetta risatak fyrr í setuni, men har var so nógv sum lá á láni, tí var hetta nakað útsett.


Góðu klaksvíkingar, latið okkum standa saman og verja okkara øki, tí trýstið er stórt frá øðrum pørtum av landinum.


Eg eri til reiðar! Eru tit!


Gunvá við Keldu, Borgarstjóri