Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Klaksvík dagførdur býur á flestu økjum

2012-10-22 02:36

Vit fáa so við og við ein meiri nútímans bý, har ymiskar verkætlanir verða framdar. Betri samstarvið er millum borgarar og býráð, fleiri visjónir síggja dagsins ljós okkum øllum at frama

Eini 40 ár eru nú liðin, síðani slagorðið “Reinur og fríður Klaksvíkar býur” kom fram. Hetta var langt áðrenn kjakið um umhvørvið gjørdist so týðandi, sum tað er í dag. Eisini áðrenn okkara kommuna skrivaði undir “Grøna skjalið”. Sigast skal, at tað hesi árini er hent nógv á økinum og er býurin nógv broyttur. – Løgið, um tað ikki skuldi verið, kann onkur siga.

Í hesi býráðssetuni settu vit okkum fyri at taka upp álvarsspurningin, sum í so mong ár hevur ligið á láni. Við spillivatnsætlanini hava vit sett umhvørvið á dagsskrá. Vit fáa allar kloakkir førdar í reinsiverk, sleppa av við septiktangar og ikki minst at fáa vøkru áirnar at renna reinar, sum frá fyrndini. Hetta er grundarlagið fyri gjøgnumførdum úrslitum innan umhvørvið. Vit hava fingið eina nógv grønari kommunu.

Nógv fingið av skafti, men nógv er eftir
Eg ivist ikki í, at nógvir borgarar hava illneitast inná, at so nógvir vegir hava verið grivnir upp, men lat meg siga her, at klaksvíkingar hava víst tolni, eisini tí at teir nú vita, at grundarlagið verður gjørt sum tað eigur og óneyðugt verður í framtíðini aftur at grava upp. Tað er tí gott, at vit veruliga fingu sett inn á hesum øki og framt so nógv hesi árini.

Komandi fýra árini skal Klaksvík eisini verða meiri dagførd m.a. við viðlíkahaldi og liðugtgerð av vegum, har leiðingar og kloakkir nú hava verið lagdar, og har gøtuljós á ávísum økjum eru uppsett, bara fyri at taka nøkur dømi.

Sum nevnt omanfyri, er nógv eftir og nógv nýbrot skulu fáast frá hondini. Vit eru í løtuni í holt við vakstrarætlanina, og sum eg fyrr havi verið frammi við, er settur skjøtil á miðbýin, við teirri vón at bygging og íløgur nú verða gjørdar í næstu framtíð og í komandi setu. Sum sagt, nógv er fingið av skafti, men nógv er eftir.

 

Eitt uppaftur tættari samstarv
Eitt annað er, sum eg kundi hugsa mær at meiri varð gjørt við, tað er eitt tættari og meiri formaliserað samstarv ímillum býráðið, vinnulívsfólk, verandi og komandi íverksetarar og fakfeløg fyri at tosa um nýggj vinnulig hugskot, eisini heilt nýggjar vinnugreinir, sum hesi kunnu vera við til at ráðgeva. Endamálið við hesum er, at styrkja núverandi virki innan fiskivinnuna, eins og tær avleiddu vinnurnar, so sum Klaksvíkar Sleipistøð, smiðjur, elvirki og onnur virki.

 

Góðu borgarar í Klaksvíkar Kommunu, latið okkum nú halda fram við menningini og økja framburðin. Latið okkum standa saman, og í felag fáa ein meiri dagførdan bý við uppaftur meiri nútímans átøkum.

Eg eri til reiðar! Eru tit!

Gunvá við Keldu
Borgarstjóri