Kirkjugarð í Hoyvík

2012-10-20 02:53

Vagnur Michelsen hevur eina áhugaverða grein um Kirkjugarðin við Velbastaðvegin á síni heimasíðu, ið nevnist Hvannrók


Hann skrivar m.a., at síðani 1935 eru 5.546 fólk grivin í ”nýggja” kirkjugarðin í Havn, og at í 2011 vóru 147 fólk grivin har, sum er tað mesta nakrantíð. Somuleiðis skrivar Vagnur, at um fimm ár er verandi kirkjugarður fullur, og at tá má nýggur kirkjugarður standa tøkur, um fólk í Havn, á Argjum og í Hoyvik skulu koma í vígda jørð, tá tey fara her frá.

Í 1935 búðu um 4.000 fólk í Havn, á Argjum og í Hoyvík, ímeðan í dag búgva um 18.000 fólk her. So um vit siga, at miðal livialdurin er 75 ár, so vil talið av fólki, ið skulu jarðast, økjast munandi komandi árini. Ja, um 75 ár, verða 18.000 nýggj gravstøð í Høvuðsstaðarøkinum.

Í Hoyvík búgva í dag um 4.000 fólk, men kortini er eingin kirkjugarður har. Tað er óheppi, tí óhugsandi vildi verið, at onnur bygd ella býur á stødd við Hoyvík ongan kirkjugarð vildi havt.

Nýggj kirkja eins og fleiri meinigheitir eru í Hoyvík, so rætt og rímuligt vildi verið, at fólk, íð búgva í Hoyvík, eisini kunnu jarðast har, tá tann tíðin kemur.

Nógv tos hevur verið um nýggjan kirkjugarð í Hoyvík, men enn er ikki komið stórt longur. Ósemja tykist vera, hvar kirkjugarðurin skal liggja.

Sjálvur haldi eg, at besta og mest nátúrliga staðið er niðari partur av Dalinum Langa. Hesin dalur liggur millum bústaðarøkið við Karlamagnusarbreyt og handilsøkið við Vegin langa, tætt við kirkjuna og meinigheitirnar í Hoyvík. Um rætt verður atborið, kann kirkjugarðurin gerðast til eina vakra og friðsæla lund – ein nátúrligur partur av einum bústaðarøki.

Jan Christiansen, býráðlimur