Eg eri føddur og uppvaksin í Havn. Foreldur míni vóru Bergfríða og Hans Thomsen. Eg havi gingið í Tórshavnar Kommunuskúla, verið samfelags-málsligur studentur í Hoydølum og havi nomið mær tónlistarliga útbúgving við Rytmisk Musikkonservatorium í Keypmannahavn við diplomi í gittarspæli. Eg havi arbeitt sum tónleikalærari í Danmark og Føroyum, og í løtuni arbeiði eg sum teknikkari í Kringvarpinum og sum sjálvsstøðugur tónleikari. Eg livi saman við damuni Anniku og 11 ára gomlu Følv. Vit búgva í miðbýnum í Havn. 19 ára gamli sonur okkara, Hans Andrias, er farin niður til Århus at lesa HF.

Eg fokuseri á miðbýin, mentan, list, útbúgving, bústaðir og vinnulív.

Vónandi hugsar tú um meg í atkvøðuboksini tann 13. novembur. Alt tad besta! :-)

Kinesisk handilsketa yvirtekur Býarbókasavnið

2012-10-12 04:36

Nei tvætl!! Men hygg her - Kondittaríið var veruliga eitt fólksligt stað, sum gav miðbýnum lív. Tað verður helst trupult at fáa eitt slíkt stað aftur í miðbýin. Býarbókasavnið kann hinvegin útfylla leiklutin hjá Kondittaríinum í ein ávísan mun. Umframt at vera eitt vanligt bókasavn kann veghæddin í Býarbókasavninum út til gongugøtuna gerast um til eina hugnaliga kaffistovu, har fólk kemur at læna lesitilfar og afturvið einum kaffimunni kunna lesa hetta í hølunum hjá bókasavninum.

Verandi ísbarrin riggar ikki inn í samanhangin við bókasavnið og skal flytast - helst til Kina. Kaffistovan skal innrættast viðkomandi, t.d. í hugnaligum, eldri stíli við søguligum atliti til føroyskar bókmentir. Raksturin av kaffistovuni skal vera privatur, og opið skal vera í vikuskiftinum, tá ið fólk hevur frí og tíð. Býarbókasavnið skal vera ein virkin stovnur, sum skipar fyri nógvum tiltøkum, ið hava til endamáls at skapa lív og at breiða út kunnleikan til føroyskar og útlendskar bókmentir við upplestri, kvøldsetum, filmssýningum og øðrum.

Um summarið skal bókasavnið hava møguleika at nýta uttandura økið í gongugøtuni til ymisk endamál.

X - miðbý, X - mentan og list, X - Leivur Thomsen, Tjóðveldi

Les Meira her: http://www.politikkur.fo/vis-leivur+thomsen-greinar