Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Bústaður: Heygsvegur 22
490 Strendur

Limur í Norðurlandaráðnum

Limur í uttanlandsnevndini

Tlf. 749048

Teldupostur: helgia@logting.fo

Heimasíða: www.helgi.org

Kastar við gróti, men rakar síni egnu

2014-12-10 17:43

”Verur pensjónsætlanin hjá sitandi samgongu veruleiki, so er vælferðarsamfelagið gott á veg at fara í søguna,” skrivar Frank Davidsen, fyrrverandi løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, í einum lesarabrævi nú um dagarnar. Tað er týðiligt, at endamálið við lesarabrævinum er at fáa fólk at halda, at tað er sitandi samgonga, sum hevur uppfunnið skipanina, har fólk skulu spara upp til sína egnu eftirløn. Men hetta er ein villleiðandi pástandur.

Javnaðarflokkurin leiddi arbeiðið

Eg var sjálvur partur av einum pensjónsbólki í seinasta valskeiði, sum undir leiðslu av Jóannesi Eidesgaard, formanni Javnaðarfloksins, arbeiddi við at skipa fyri, at fólk skuldu spara upp til sína egnu eftirløn. Eisini fakfeløg og arbeiðsgevarar hava í sáttmálum álagt, at ein partur av lønunum skal fara til eftirlønir. Umleið 70 prosent av øllum løntakarum í Føroyum høvdu eina tílíka uppsparing longu áðrenn henda samgongan tók við.

Pensjónsnýskipanin sum arbeitt varð við í farna valskeiði kom so langt, at hon varð løgd fyri løgtingið. Tá var Jóannes Eidesgaard farin úr landsstýrinum og tí var tað eftirmaður hansara, Aksel V. Johannesen, sum sjálvur annar legði pensjónsnýskipanina fyri tingið. Hetta var í mars 2011.

Í viðmerkingunum til uppskotið um pensjónsnýskipan skrivaði Aksel V. Johannesen millum annað soleiðis:

* Øll, sum eru knýtt til arbeiðsmarknaðin skulu gjalda 15 % til eina bundna eftirlønarsamansparing.

* Samansparingin er persónlig.

* Bundna eftirlønarsamansparingin ger tað møguligt at minka um útreiðslurnar til fólkapensjón.

* Í framtíðini verður mótroknað í allari fólkapensjónini.

*Uppskotið til pensjónsnýskipan, sum við hesum verður lagt fyri Løgtingið, fer at minka um vøksturin í eldraútreiðslunum við umleið 50%. Vøksturin verður framvegis stórur og neyðugt verður at gera fleiri tiltøk í komandi árum.

Eisini varð boðað frá í viðmerkingunum, at fylgibólkurin fór seinni at arbeiða víðari við spurninginum um pensjónsaldurin.

Javnaðarflokkurin eigur eisini pensjónirnar hjá landsstýrisfólkum

Eitt annað evni, sum Frank Davidsen kemur inná í sínum lesarabrævi, eru pensjónsviðurskiftini hjá løgmanni og landsstýrisfólkum.

Hann skrivar:

”Hinvegin kunnu høvuðsarkitektarnir aftanfyri pensjónsránið og tvungnu uppsparingina, Løgmaður og Fíggjarmálaráðharrin, næsta heyst seta seg afturá við eini feitari pensjón uppá kr. 30.000,00 um mánaðin, so leingi sum teimum er lív lagað. Hetta uttan at teir hava goldið eitt tað einasta prosent til pensjón.”

Men eisini hetta uppskotið er komið frá Javnaðarflokkinum. Tann 2. februar 2006 legði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, uppskot fyri tingið um samsýning og eftirløn hjá landsstýrisfólkum, og tað er eftir hesi lógini, løgmaður og fíggjarmálaráðharrin fáa sína løn og seinni eftirløn.

Eg haldi at tað er í fínasta lagið, at Frank Davidsen skrivar kritisk lesarabrøv, vend ímóti samgonguni, men eg vil tó mæla til, at hann kannar málið áðrenn hann skrivar, tí so sleppur hann kanska undan at raka síni egnu.