Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Karthago má leggjast í oyði!

2021-05-27 06:20

Fyri 21 árum síðani, í 2000, gjørdi Torbjørn Jacobsen, táverandi landsstýrismaður í Undirvísingar- og Mentamálum fyri Tjóðveldi av, at nýstovnaði almanna- og heilsuskúlin skuldi leggjast í Suðuroynni. Hetta var ikki uttan svørðslag og ónøgd í miðstaðarøkinum, men Tobbi stóð fast við sína avgerð.

Virksemi á skúlanum byrjaði á vári 2001 í hølum á Tvøroyri og í 2004 flutti Heilsuskúli Føroya, sum skúlin nú eitur, inn í Skúladepilin í Hovi, har skúlin framvegis heldur til.

Tey seinastu 10 árini hava 395 fólk lokið prógv sum heilsuhjálparar og 223 lokið prógv sum heilsurøktarar. Ein munandi partur av hesum eru fólk úr øðrum pørtum av landinum, sum hava verið í Suðuroynni og nomið sær útbúgving.

Heilsuskúli Føroyar er ein av sólskinssøgunum í nýggjari føroyskari skúlasøgu.

Skúlin er vælvirkandi og hvørt ár fáa vælnøgd lesandi prógv og leita út í arbeiðslívið m.a. innan eldraøkið, heilsuøkið og almannaøkið – og eru á tann hátt við til at lyfta fakliga støðið og tryggja brúkarum kring alt landið enn betri tænastu.

Heilsuskúlin er ikki minst eitt týðandi arbeiðspláss í Suðuroynni, har fólk við hægri útbúgvingum hava størv – og júst størv til útbúgvin fólk hava vit í Suðuroynni tørv á, soleiðis at okkara ungu, sum nema sær hægri útbúgving, hava størv at flyta aftur til.

Fyri summi er Heilsuskúlin tó ein trupulleiki – ella rættari sagt, sjálv staðsetingin av Heilsuskúlanum í Suðuroynni er fyri summi ein trupulleiki.

Ár um ár – og oftari og oftari – koma álop á Heilsuskúlan úr miðstaðarøkinum.

Umframt politikarar hjá Framsókn, eru nú eisini politikarar hjá Javnaðarflokkinum farin í hernað ímóti Heilsuskúlanum.

Álopini snúgva seg ikki um manglandi góðsku, skilaleysa stýring, ella um ónøgd lesandi, vánalig hølisviðurskift – ella um onnur viðurskift, sum hava týdning fyri innihaldið í einum skúlatilboði í Føroyum.

Nei, álopini snúgva seg um nakað so primitivt sum at “plaseringin er skeiv” og at Heilsuskúlin heldur átti at ligið í Havn.

Argumentatiónin er m.a., at í miðstaðarøkinum mangla tað so nógv starvsfólk á eldraøkinum, at Heilsuskúlin má verða í Havn, so at fólk í miðstaðarøkinum hava so stutt sum tilber í skúla – og hetta vil loysa starvsfólkatrupulleika á eldraøkinum í miðstaðarøkinum.

Skuldi hetta slagið av (barnligum) argumentatiónum hildið, so átti tað t.d. ikki at verið nakar trupulleiki yvirhøvur at fingið námsfrøðingar á dagstovnaøkinum í miðstaðarøkinum, tí námsfrøði-útbúgvingin er jú á Fróðskaparsetrinum í Havn. -Men flestum kunnugt, so er neyðin stór á júst dagstovnaøkinum í miðstaðarøkinum, so staðsetingin av útbúgvingini í Havn hevur onga ávirkan.

Við slagið um Keypmannahavn í 1801 valdi Nelson, admiralur, at seta kikaran fyri blinda eyga, tí hann ikki vildi síggja veruligu flagg-boðini frá herflota-ovasta Sir Hyde Parker. Tað tykist sum politikarar í miðstaðarøkinum sum Nelson velja at seta kikaran fyri blinda eyga, tí teir vilja sum Cato í Romverska senatinum bara eina einastu loysn - Carthago delenda est! (Karthago má leggjast í oyði!) – Heilsuskúlin í Suðuroynni má leggjast í oyði og stovnast av nýggjum í Havn.

Úr Suðuroynni skulu vit heilsa og siga, at vit góðtaka als ikki hesi afturvendandi álop á Heilsuskúla Føroya !

Dennis Holm