Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Dánial Hansen, valevni fyri fólkaflokkin

Karlamagnusarbreyt – støðan í dag

2020-10-13 09:43

 

Síggi at fleiri nú eru byrjaði at taka Karlamagnusarbreyt upp í lesarabrøvum osv, og nú er næstan lagt upp til at Karlamagnusarbreyt verður ein kastibløka ímillum sitandi býráð og undanfarna býráð. Tað sum er fari er fari, og tí ynski eg ikki undanførslur osv. Tað er nú at okkurt skal henda!

 

Eg havi fyrr víst á at okkurt skal gerðast, og tað fari eg framhaldandi at arbeiða fyri. Eg leggi onki í tað sum er fari, tí tað broytir ikki uppá støðuna. Tað er alneyðugt at ein hond verður tikin um trupulleikan, og tað eri eg klárur at gera! Tað skal gerðast parkeringspláss, tað skal gerðast trygt at ganga har, tað skal gerðast trygt at koyra har, og tað SKAL verða trygt og gott at búgva har. Tí er neyðugt at velja ein persón sum meinar nakað við tað, eg eri púra klárur at gera mína ávirkan, soleiðis at Karlamagnusarbreyt kann verða ein góður bústaður fyri øll.

 

Pengar eru settir av til at gera okkurt ítøkiligt fyri økið, og tað skal setast meira peningur av, soleiðis at fólk sum búgva í økinum verða hoyrd, og at okkurt ítøkiligt hendir. Tað er alneyðugt at trupulleikin verður loystur beinavegin, so at tað er trygt og gott at búgva á Karlamagnusarbreyt og í økinum kring Hoyvískshædd.

 

Tað nyttar ikki at brúka Karlamagnusarbreyt til kastibløku, tí tað tænir als ikki teimum sum dagliga hava sína gongd har. So um tú ynskir broytingar, og at okkurt ítøkiligt skal henda, so vel meg.

 

Set X við Dánial Hansen, valevni fyri fólkaflokkin.