Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Karlamagnusarbreyt má kannast til botns

2020-11-09 12:38
Kommunalpolitikkur - 

Nú eru Eivind Jacobsen og Heðin Mortensen farnir í eina orrustu um Karlmagnusarbreyt á VP, har Heðin Mortensen hótttir við sakførara, um Eivind Jacobsen ikki tekur orð síni aftur - hetta er sera áhugavert at eygleiða.

Karlamagnusarbreyt er eitt viðbrekið mál hjá umsiting og býráði, eg sakni, at tað verður tosað opið um hesa verkætlan.

Verði eg valdur, so fari eg at seta eitt ynski fram, at vit fáa eina óhefta kanningarnevnd at lýsa málið, so vit kunnu verða vís, at her er alt farið rætt fram, so fáa vit eisini greiðu á, um talan er um eitt ónt álop á Heðin Mortensen (Tað er ikki stuttligt at verða lagdur undir falskar ákærur), ella at Eivind Jacobsen hevur rætt, í tí hann førir fram - hetta má ikki enda sum ein politisk kastibløka.

Arbeiðssetingurin eigur at innihalda hesar spurningar, men møguliga onkur kann svara teimum longu nú:

1. Hvør kom við uppskotinum um at broyta byggisamtyktina, og hví varð hon broytt?

2. Hava summi fingið linari krav um parkering, og hvussu fór hendan viðgerðin fram?

3. Hava umsiting og politiski myndugleikin vitað av hvørjum øðrum?

4. Hava reglurnar um hoyringsskriv verið fylgdar?

Um hesir spurningar verða kannaðir og viðgjørdir til botns, eri eg sannførdur um, at tað verða frægari kor at liva undir kring økið á Karlamagnusarbreyt í framtíðini.

Jóhan Petur Johannesen

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu

RN