Kári P. Höjgaard svarar fyrispurningi frá Boga Andreasen

2012-10-18 15:58

Svar upp á fyrispurning nr. 15/2012 eftir § 52a í tingskipanini frá Boga Andreasen, lögtings­manni, um tíðarætlan og langtíðarílöguætlan í sambandi við gerð av nýggjum innkoyringarvegi til Havnar


Fyrispurningurin er soljóðandi:


1. Kann landsstýrismaðurin í innlendismálum greiða frá tíðarætlanini fyri liðugtgerð av fyrsta parti av nýggjum innkoyringarvegi til Havnar, frá Skarðshjalla/ Sandvíkarhjalla yvir í Oyggjarvegin við Krákugjógv?

2. Kann landsstýrismaðurin í innlendismálum greiða frá tíðarætlanini fyri liðugtgerð av öðrum parti av nýggjum innkoyringarvegi til Havnar, frá Oyggjarvegnum við Kráku­gjógv og yvir í Velbastaðvegin?

3. Hvussu stór játtan er í langtíðar ílöguætlanini fyri vegir komandi árini til fyrsta part av nýggjum innkoyringarvegi til Havnar, frá Skarðshjalla/Sandvíkarhjalla yvir í Oyggjar­vegin við Krákugjógv?

4. Ætlar landsstýrismaðurin í innlendismálum at takað stig til, at fáa í lag semju við Tórshavnar kommunu um hámarksferð á 60 km/t, tal av íbindingum av komm­unalum vegum á fyrsta partinum av nýggja innkoyringarvegnum til Havnar?


Svar


1: Kann landsstýrismaðurin í innlendismálum greiða frá tíðarætlanini fyri liðugtgerð av fyrsta parti av nýggjum innkoyringarvegi til Havnar, frá Skarðshjalla/ Sandvíkarhjalla yvir í Oyggjarvegin við Krákugjógv?


Nógv ferðsla er eftir Kaldbaksvegnum, sum tíðum elvir til ferðsluproppar á vegnum til Havnar. Í 2011 var ársmiðalferðslan eftir Kaldbaksvegnum 5.989 akför um dögnið. Væntandi ökist ferðslan nógv, tá Eysturoyartunnilin kemur. 


Ætlanin er at gera veg frá Kaldlbaksvegnum uttan um verandi bygd öki til Velbastað­vegin. Nýggi Innkomuvegurin vil beina stóran part av ferðsluni uttan um kommunalu vegirnar í Tórshavnar Kommunu. 


Nýggi Innkomuvegurin er býttur upp í tveir partar. Fyrri partur fer frá Kaldbaksvegnum til Oyggjarvegin, og seinni partur frá Oyggjarvegnum til Velbastaðvegin. Við Nýggja Innkomuvegnum verður gjörligt at koyra frá Kaldbaksvegn­um til vestara part av býnum, Velbastaðvegin og til ein möguligan komandi flogvöll á Glyvursnesi. Til tess at hava trygga og skjóta farleið verða bert fáar íbindingar á vegateininum, og ferðslan á hesum vegnum verður ikki blandað við bleyta ferðslu á kommunalu vegunum. 


Fyrri partur av Innkomuvegnum verður bundin í Kaldbaksvegin eystan fyri Sund og fer til Oyggjarvegin, har vegirnir undir Krákugjógv og Oyggjarvegurin mötast. Vegurin er um 4.700 metrar langur. Á fyrsta vegateini verður ein íbinding, sum er til vegin, ið kemur frá rundkoyringini ovast á Lögmannabreyt. Vegagerðin er byrjað, og 700 metrar eru gjördir. Landsverk hevur avtalað við Tórshavnar Kommunu um at flyta part av verandi Sunds­vegi undir brúgv um Hoydalsá. Tað er nakað, sum má gerast áðrenn Innkomuveg­urin kann bindast saman. 


Ynskiligt hevði verið at framt verkætlanina 2013-2015, men hetta er ein stór verkætlan. Eftir langtíðarætlanini “á Rættari kós” frá 2012, er tíðarætlanin tann, at játtaðar verða 10 mió. kr. í 2013. Síðani er ætlanin at játta 16 mió. kr. í 2018, 36 mió. kr. í 2019 og 42 mió. kr. í 2020. 




2: Kann landsstýrismaðurin í innlendismálum greiða frá tíðarætlanini fyri liðugtgerð av öðrum parti av nýggjum innkoyringarvegi til Havnar, frá Oyggjarvegnum við Krákugjógv og yvir í Velbastaðvegin?


Ítökilig tíðarætlan er ikki lögd fyri 2. part. Tó liggur fast, at 1. partur skal gerast liðugur, áðrenn farið verður undir 2. part. 



3: Hvussu stór játtan er í langtíðar ílöguætlanini fyri vegir komandi árini til fyrsta part av nýggjum innkoyringarvegi til Havnar, frá Skarðshjalla/Sand­víkarhjalla yvir í Oyggjarvegin við Krákugjógv?


Sí svarið til 1. spurning.




4: Ætlar landsstýrismaðurin í innlendismálum at takað stig til, at fáa í lag semju við Tórshavnar kommunu um hámarksferð á 60 km/t, tal av íbindingum av kommunalum vegum á fyrsta partinum av nýggja innkoyringarvegnum til Havnar?


Eg havi skilt, at Tórshavnar kommuna vil hava, at Innkomuvegurin verður ein 50 km/t vegur við fleiri íbindingum. Landsverk metir ikki, at tað er rætta loysnin, tí vegurin er ein landsvegur, sum skal flyta ferðsluna uttan um bygt öki, og tí er hesin ikki ein kommunal­ur vegur. Við at gera fleiri íbindingar og at blanda bleyta ferðslu við ein ferðslutungan innkomuveg, ökist vandin fyri óhappum.


Ein tílíkur vegur fer at minka um skjótleikan at verðast frá Kaldbaksvegnum til komm­unala ringvegin og vestara part av Tórshavnar Kommunu. Hetta fer at gera, at fleiri held­ur fara at velja núverandi veg ígjögnum Hoydalar. Tá minkar ella hvörvur týdn­ingurin av at gera vegin sum landsveg.


Tinganes, 12. oktober 2012

Kári P. Höjgaard, landsstýrismaður