Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Kapping á EL-økinum, sjálvandi

2020-08-22 16:33

Borgarstjórarnir í føroysku kommununum vóru fyrrapartin í gjár boðsendir á fund við nevndina hjá SEV. Endamálið var skilligt - at forpurra ætlanunum hjá landstýrinum at skilja elnetið sundur frá elframleiðsluni.

Kommunurnar krevja at verða við til samráðingarborðið, fyri at verja egin áhugamál.

Hvørji eru áhugamálini. Fyriuttan ein vælbetaltan nevndarsess til kommunalpolitikara og nakrar sjarmudøgurðar fær borgarin í Tórshavnar Kommunu ikki eina krónur burturúr at vera høvðuseigari í SEV. Føroysku kommunurnar, sum eiga SEV, fáa nevniliga ikki eina krónu í avkasti.

Tað munu vera fá, sum eru í iva um, at skal kapping fáast á el marknaðin, er neyðugt at treytirnar fyri at kappast vera javnar hjá øllum veitarum, og at veitarnir sleppa at kappast um endabrúkaran.

Um kapping bert verður um framleiðsluna – tað vil siga at aðrir veitarir selja orku til SEV, ið síðani einsamalt selur til endabrúkaran, verður tað SEV, sum einsamalt sølumonopol, sum kann áseta prísin til kundan.

Tað tykist eitt sindur bagvent, at SEV og kommunurnar føra fram, at áðrenn nøkur kapping kann fáast í lag, skulu prógv framleggjast ið greina hvussu nógv prísirnir fara at lækka.

Slíkt hevur bert til endamáls at flyta fokus. Tað er sjálvsagt, at sleppa fleiri aktørar inn á netið hjá SEV at framleiða streym, so er grudarlag skapt fyri eini príslækkning.

Tað er trupult at ímynda sær, at vernadi prísur hjá SEV, sum er hægsti prísur í øllum Europa, nakrantíð fer at lækka, uttan so at kappast verður um kundarnar.

Sev hevur áhaldandi roynt at sloppi undan at skilja netið sundur – og tað er skilligt.

Tað er munandi lættari at vera eitt monopoli, enn at skula kappast við onnur. Annars eru okkara royndir, at kapping á øllum økjum hevur ført til prislækkingar. Sum dømi kunnu nevnast prisirnir innan flogvinnu, trygging og televinnuna, har vit hava uppliva sera stórar príslækkingar seinastu árini.

Mest týdningarmikla orsøkin til, at tað er neyðugt at skilja netið hjá SEV sundur er, at tað skulu gerast íløgur komandi árini uppá 6 – 7 mia.kr.

Privatir aktørar eru sinnaðir at vera við til at gera hesar íløgur. Hví skulu føroysku kommunurnar so skuldarbinda almenna geiran við hesi risaupphædd, tá tað ikki er neyðugt. Kommunurnar sleppa ikki undan eini skuldarbinding, um SEV einsamalt skal gera allar hesar íløgur.

SEV hevur almannakunngørt sínar ætlanir frameftir, m.a., at øll orka í 2030 skal vera ‘grøn’. Í dag er enn helmingurin av orkuframleiðsluni hjá SEV úr olju, altso ‘kolasvørt’ orka.

Framleiðslan hjá SEV er góðar 350 GW tímar um árið. Skal SEV fylgja síni egnu ætlan er neyðugt at tvífalda framleiðsluna.

Tørvurin á útbyggingum er tí so stórur, at SEV – sum longu í dag skyldar yvir eina milliard – ikki megnar at nøkta íløgutørvin uttan at taka risa lán, sum kommunurnar verða kravdar at hefta fyri. Eg haldi ikki, at verandi bygnaður kring SEV hóskar til eitt nýtíðar samfelag.

Tað er sera ósunt at reka eina almenna fyritøku sum SEV, sum als ikki eru undirlagt nøkrum sum helst vanligum handilsligum treytum.

Rói B. Poulsen