Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Kann Føroyar kalla seg eitt vælferðarsamfelag?

2021-05-28 16:02

Tað er eingin loyna og krevur ei heldur eitt høgt IQ at gjøgnumskoða, at í takt við økta fólkatalinum og herundir barnatalinum, so bløðir námsfrøðiliga økið meira enn nakrantíð áður. Hetta hava námsfrøðingar, leiðarar, hjálparfólk og ikki minst foreldur roynt at gjørt vart við í nógv ár. Serliga í seinastuni síggjast avleiðingarnar av ringu umstøðunum á dagstovnaøkinum, har millum annað starvsfólk siga seg úr starvi og foreldur velja at hava børnini heima.

Í Danmark eru umstøðurnar á námsfrøðiliga økinum sera hættisligar fyri trivnaðin og menningina hjá børnunum. Somuleiðis eru umstøðurnar sera hættisligar fyri trivnaðin hjá starvsfólkunum, og sæst hettar aftur á millum annað sjúkrameldingum og uppsøgnum á námsfrøðiliga økinum. Alt ov nógv børn á ov lítlum plássi og alt ov fá starvsfólk. Í Danmark eru hóast alt 2/3 av starvsfólkunum námsfrøðingar.

Í Føroyum eru umstøðurnar á økinum enn verri, tí umframt plásstrot og manglandi starvsfólk, so manglar økið fakfólk. Tørvurin á fakfólkum sæst millum annað aftur í starvslýsingunum, ið endurlýsast ferð eftir ferð. Harafturat spyrja foreldur seg javnan fyri, hvønn stovn tey skulu velja til sítt barn, við vón um at finna ein stovn við lítið útskifting av starvsfólkum og við nokk av starvsfólkum, at kunna taka sær av og geva sær tíð til barnið.

Tað skal ikki vera neyðugt hjá almenna borgarinum at spyrja seg fyri, hvar ein kan fáa veitt bestu (av ringastu) tænastu, har uppfylling av nøkrum so grundleggjandi sum stabilitetur er ta ynskiliga og næstan mest óuppnáðiliga. Tað er ikki gott nokk, at foreldur ikki kunnu fáa veitt eina nøktandi námsfrøðiliga tænastu, óansæð hvar ein velur at koyra barnið á stovn.

Hóast lógin á dagstovnaøkinum sambært §8, stk 4 ásetir, at: “Starvsfólkabýtið á dagstovnum skal í minsta lagi verða 2/3 til námsfrøðingatímar og í mesta lagi 1/3 til hjálparfólkatímar...”, so megna dagstovnarnir ikki at seta nokk av námsfrøðingum í starv, og eru flest av størvunum tí sett av hjálparfólkum í staðin. Um ein lesur lógina á økinum rennir ein seg aftur og aftur á hugtøk sum námsfrøðiligari, námsfrøðiliga, námsfrøðiligum, námsfrøðilig o.s.fr., og eru hesi fakhugtøkini ein lýsing av týdninginum í, at stovnarnir kunnu veita eina tænastu við serkunnleika innan økið. Serkunnleika, ið kann røkkast gjøgnum ástøðiliga vitan og verkligar royndir. Tó sæst tað ikki aftur á dagstovnaøkinum, at hendan tænasta kann veitast á øllum stovnum. Ikki tí at starvsfólk á økinum ikki gera eitt megnar arbeiði hvønn tann einasta dag, tí tað gera tey øll og meira til, men sum áður sagt, so eru alt ov fá fakfólk, alt ov nógv børn og alt ov lítið pláss.

(Leinkja til “Løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 30. apríl 2018”: https://logir.fo/Logtingslog/67-fra-10-05-2000-um-dagstovnar-og-dagrokt-sum-seinast-broytt-vid-logtingslog-nr-38)

Endamálið við hesum skrivið er ikki at undirmeta megnar arbeiði hjá nógvum hjálparfólkunum á dagstovnaøkinum, men at vísa á týdningin og tørvinum á at viðurkenna útbúgvingarstøði hjá námsfrøðingum, ið hava servitan innan menning og trivnað hjá einstaka barninum. Við tí námsfrøðiliga økinum sum miðdepil, tekur skrivið so statt støði í einum námsfrøðiligum sjónarmiði.

Hóast námsfrøðingar gera alt og meira til fyri at veita bestu tænastu til hvørt einstaka barn, so ber ikki longur til at krógva sannleikan undir ásettu karmunum. Sannleikan um, at námsfrøðingar einans eru menniskju. Menniskju, ið eru uppslitin, hóast tey rúma so nógv tolsemi og bert megna at arbeiða niðursetta tíð vegna krevjandi arbeiðsuppgávurnar og ringu arbeiðsumstøðurnar. Menniskju, ið ynskja somu fíggjarligu viðurkenning fyri sama útbúgvingarstøði eins og onnur umframt arbeiðsumstøður, sum tit løgtingsfólk sjálvi megna og hava hug at arbeiða undir. Umframt at svíkja námsfrøðingarnir, so svíkja tit í síðsta enda øll børnini. Børnini, sum tit hava hægri og hægri vónir til í framtíðini, og eru námsfrøðingarnir talurør fyri øll hesi børnini, ið ikki sjálvi eru før fyri at kæra sína neyð og varpa ljós á teir karmar, ið tey skulu virka undir hvønn dag.

Í løtuni ber enn ikki til at liva upp til grundleggjandi ásetingarnar í dagstovnalógini, og hevur heldur einki ynski frá løgtingsfólkunum verið at sæð um, at gera nakað fyri at halda ásetingarnar. Tvørturímóti, so verður økið niðurraðfest ferð eftir ferð og “skyklapparnir” skulu spennast enn fastari. Sum námsfrøðingur verður man troyttur av, ferð eftir ferð at noyðast at forsvara fakið, tí hugburðurin hjá nógvum enn er tann, at námsfrøðingar bert “ansa børnum” og “tað kunnu øll jú gera”. Eg skilji væl, at fólk enn hava hendan hugburðin, tí fíggjarliga viðurkenningin er ikki til staðar. Ei heldur fakliga viðurkenningin, tí meginparturin av starvsfólkunum eru hjálparfólk. So eg skilji væl, at tað er ringt hjá almenna borgarinum at viðurkenna námsfrøðingar, tá tey ovastu í samfelagnum hvørki gera ella hava gjørt tað áður.

Hesin hugburður noyðist og skal broytast, og helst fyri langari tíð síðani, tí avleiðingarnar av niðurraðfestingini gjøgnum so nógv ár, verða einans torførari og dýrari at fáa í rætt lag longur ein bíðar. Avleiðingarnar eru longu sera álvarsligar og kunnu og skulu tí hvørki krógvast ella ignorerast í ein dag avtrat. At Føroyar ikki hevur ráð at betra um umstøðurnar bæði á gólvunum og fíggjarliga, er eingin sum skal royna at sannføra meg um, tí tað snýr seg um raðfesting. Raðfesting av at menna eitt økið, ið rúmar framtíðini. Ikki tí Føroyar kann, men tí Føroyar ikki kann lata vera. Tí Føroyar er eitt samfelag ið ynskir menning, trivna og framgongd. Ikki bara í dag, men eisini í framtíðini. Ikki bara fyri einstakum borgarum í samfelagnum, men fyri øll.

Hóast eg havi valt at varpa ljós á námsfrøðingar á dagstovnaøkinum, so eru námsfrøðingar innan serøkið og aðrar (serliga vælferðarútbúgvingar) eisini merktar av ringum arbeiðsumstøðum og manglandi fíggjarliga viðurkenning, og hava tær tí eisini uppiborðið og krav uppá viðurkenning, javnstøðu og nøktandi arbeiðsumstøður.

Umframt at fleiri námsfrøðingar verða útbúgvnir, skal normeringin eisini hækkast og rúm og karmar skulu vera hjá einstaka barninum at kunna mennast í kropsligt, sálarliga, sosialt og kognitivt. Økið má og skal raðfestast eins og lønin skal samsvara við útbúgvingarstøði og ábyrgd, soleiðis at fólk ynskja at útbúgva seg til námsfrøðing. Fíggjarligi skeivleikin skal rættast við lóg, tí tað kann ikki longur verða ein samráðingarspurningur millum fíggjamálaráð, arbeiðsgevara og fakfelag, hvørs limir felagsins skulu fáa lønarhækkan og betri arbeiðsumstøður.

Tað er sjálvsagt, at tað er tíð uppá at raðfesta økið og rætta skeivleikan, sum í so nógv á bert er vorðin størri og einans verður enn størri í framtíðini. At lønin skal hækkast kan slettis ikki blíva við at vera eitt kjak, men er ein sjálvfylgja, bæði fyri at vísa økinum uppiborðnað viðurkenning, umframt at rætta tann týðiliga skeivleikan, sum vælferðarstørv hava verið undir síðan Tjenestemandsreformen kom í gildi - ja halt nú fast - í ár 1969. Hesin skeivleikin kann ikki longur pakkast inn sum ein fíggjarligur spurningur, men skal síggjast fyri tað sum tað er: ein fíggjarligur mismunur, ið var rættaður móti “konufólka” størvum, tí lønin fyri hesi størv einans skuldu vera eitt ískoyti til lønarinntøkuna hjá manninum.

Nú, 52 ár seinni, líða vælferðarútbúgvingar enn undir reforminum, og spennir reformurin tí bein fyri menningini av samfelagnum. Tíðin er komin at raðfesta vælferðarøkið og vísa økinum viðurkenning, um vit ynskja at varðveita - ella heldur - at ogna okkum eitt vælferðarsamfelag í framtíðini, tí beint nú kann ikki sigast at vera nógv vælferð í samfelagnum.

Javnaðarflokkurin gongur á odda við uppskotinum um, at “framtíðartryggja vælferðarsamfelagið og vísur í tíðindaskrivi frá 15/05-21 á ynski og uppskot um at rætta omanfyrinevnda skeivleika, við “javnstøðu millum kynini - eisini fíggjarliga.”

Fyri at tryggja vælferðarsamfelagið er so statt umráðandi, at uppskotið verður samtykt. Eg vil tí heita á tykkum løgtingsfólk, at taka undir við uppskotinum og vísa á, at vit eru eitt nútímans og javnstøðugt samfelag.

Somuleiðis hevur Tórshavnar kommuna sett í verk ein arbeiðsbólk, ið skal endurskoða dagstovnaøkið, við tí endamálið at koma við uppskotum til, hvussu ta námsfrøðiliga virksemið á dagstovnaøkinum ítøkiligt kann styrkjast. Hetta kan ein bert fegnast um, og vil eg somuleiðis vóna og heita løgtingsfólkini á, at uppskotini verða tikin í álvara og virka eftir, soleiðis at arbeiðsumstøðurnar, og harvið karmarnar hjá børnunum, kunnu tryggjast nú og í framtíðini.

Katrina Leifsdóttir Skaalum,
Námsfrøðingur og stud.mag í læring og forandringsprocesser

(skrivað 28/05-21)