Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Jú, latið gentunum dukkur og dreingjunum bilar

2022-09-09 11:40

Eitt sindur provokerandi sagt, men overdrivelse fremmer forståelsen.

Viðmerkingar til dagsins útvarpssending um javnstøðu.

--

Vit hoyra aftur um kassarnar, sum vit koyra børnini í og um at uppalingin er ymisk hjá dreingi og gentu. At dreingirnir skulu vera sterkir og raskir, meðan genturnar skulu vera penar og fittar.

Frá náttúrunar hond eiga kvinnur at vera ‘fittar’, tær skulu jú føða børnini og tað er í nýggjari tíð, at maðurin er blivin partur av uppalingini.

Á okkara leiðum vóru menn burturstaddir meginpartin av árinum, og í fleiri førum eru menn enn burturstaddir, so tað er gott at kvinnur kunnu geva umsorgan og ‘vera fittar’.

Men hví er tað ein trupulleiki, og hví hóskar tað seg ikki í politikki?

Tað er soleiðis vit kunnu spyrja.

Tí politikkur er blivið eitt show og tað snýr seg um at rópa harðast, hava bestu podcastini, bestu myndarøðirnar, besta spindoktara, besta baklandi og so framvegis.

Og tað snýr seg um kapping.

Væl stuðlað av miðlum og tíðarritum, sum fáa valsendingar, í størri mun, at snúgva seg um persónliga profilering, heldur enn væl kannað, væl greinað og undirbygd politisk sjónarmið.

Gjøgnum tíðina hevur politiska lívsrenslið verið skipað av monnum, har hetta er blivið leisturin; í nýggjari tíð tøkniliga nógv dagført og stýrt av miðlum.

Henda verðin talar til fleiri menn enn kvinnur, sum frá náttúrunar hond vóru teir sterkaru likamliga, høvdu tey tungu arbeiðini, høvdu skiparastarvið, vóru skúlalærarar og so framvegis, og hevur tað verið tann styrkin, sum bleiv umskapað til politiskan veruleika, tí menn vóru har fyrst, ístaðin fyri tann veruleika og styrki kvinnur høvdu á bleytaru økjunum og í heimunum.

Óivað høvdu kvinnur ikki stundir til annað virksemi, eins og kvinnuøkini ikki tá høvdu politiskan áhuga ella vóru politiskt skipað; samstundis sum menn stóðu fyri samfelagsligum framburði og nýskapan.

Hetta broyttist í seinnu helvt av farnu øld, tá boð vóru eftir kvinnum á arbeiðsmarknaðinum.

Henda tilgongd hevur havt og hevur enn avbjóðingar, og tí sita vit við hesum spurningum og hesari ónøgd, tí tað vísti seg at okkara leiklutur ikki vann frama allastaðir, ikki í ovaru luftløgunum og ikki í politikki.

Og tað er her skógvurin trykkir og vit renna sum á rennibandi, uttan at koma víðari.

Vit skulu ikki broyta okkum til samfelagið, bygt upp av monnum. Vit skulu ikki broyta okkum til verandi samfelagsviðurskifti.

Ikki tí eg ikki eri sera takksom fyri alt tað menn hava lagt eftir sær.

Men vit mugu bróta úr nýggjum.

Vit kunnu koma aftur á slóðina og fáa tey bleytu virðini, sum vit lótu upp í hendurnar á samfelagnum, aftur á beint, dagførd og tíðarhóskandi.

Eins og vit kunnu seta spurnartekin við verandi fyriskipanir øllum viðvíkjandi, kvinnum at gagni.

Ikki tí at mær ikki dámar at tosa um SEV, havorku og vindmyllur, men tí at politisku viðurskiftini hava fingið eina slagsíðu, bleytum virðum og umsorganarøkjum til afturstig.

Vit skulu ikki broytast til samfelagið, men broyta samfelagið til eisini at rúma kvinnunum og teirra hugsjónum, gerandisdegi, lønarposa, framtíðardreymum og lívsdygd.

Vit skulu vera kvinnur og dukkur og menn og bilar, í tann mun vit vilja tað, og vit skulu síggja virði í báðum, tað verði seg samfelagsliga, eksistensielt og materielt.

Við vón um tankaliga endurskoðan, tillagingar og nýhugsan.

Bergun Kass