Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Jóhan Petur Johannesen stillar upp fyri Sambandsflokkin

2020-10-13 08:49
Kommunupolitikkur - 

Eitt valevni, sum hevur stóran áhuga fyri, at øll í kommununi trívast og mennast, stillar upp fyri Sambandsflokkin til kommunuvalið í Tórshavn

Jóhan Petur, er “nonnufrensur”, ið er uppvaksin á Frælsinum í Havn. 

Hann 46 ár og búsitandi í Hoyvík. Er útbúgvin lærari, og hevur starvast sum lærari í Føroyum og á altjóða skúla.

Hann hevur í mong ár verið virkin innan missións-, barna-, ungdóms- og hjálpararbeiði.

Hjartamálini hjá Jóhan Peturi eru:

1. Býráðið má til eina og hvørja tíð raðfesta kjarnuøkini hjá kommununi, og tað má ongantíð vera so, at aðrar verkætlarnir ganga útyvir kjarnuøkini.

2. Alt barna- og ungdómsarbeiðið, skal fáa somu raðfesting. Ein stuðulsskipan skal gerast, so at øll tey, ið eru virkin og gera eitt munagott arbeiðið fyri okkara børn og ungu skulu fáa javnbjóðist stuðul.

3. Karlamagnusarbreyt má fáa eina virðiliga viðgerð, og ein óheft kanningarnevnd skal setast at lýsa málið, so borgarin fær at vita, hvussu hendan verkætlan fór av sporinum.

4. Øll, ið búgva á postnummar 100, 160, 175, 176, 177, 178, 180, 185, 186, 187, 188, 270, 280, 285, 410, 415 og 416 skulu við stoltleika siga, at hetta er okkara kommuna.

Tí er umráðandi, at kommunan virðir býar- og bygdasamleikan hjá øllum í kommununi.

5. Kommunan skal ikki eiga í og reka fyritøkur ella reka virksemi, sum best verður rikið á privat-vinnuligum grundarlag.

Føroya Væl

RN