Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Jóhan Lützen fer skeivur - pornomálið kom til røttu tíðina

2020-08-31 12:06

Tingárið 2020 er skotið í gongd og fleiri spennandi mál liggja fyri framman. Eg má tó líka hyggja aftur á tingárið 2019, tí fyri einum góðum mánaði síðani, vóru tað fleiri miðlar, ið góvu samgonguni “karakter” fyri tað farna tingárið.

Tað er viðmerkingin niðanfyri, sum eg ikki kann lata fara framvið, uttan at svara aftur:

“Flokkurin (Miðflokkurin) gjørdi seg eisini óheppið bemerktan í vár við at hava eina óvanliga vánaliga ”timing”, har hann fór í tingið við einum máli um pornografi, júst tá Koronakreppan byrjaði.” – Jóhan Lützen, Norðlýsið.

Spurningurin var latin inn áðrenn korona
Fyri tað fyrsta, so var skrivligi fyrispurningurin, um at verja børn ímóti porno á internetinum, latin inn einar tvær vikur áðrenn korona breyt út í Føroyum.

Eg kundi sjálvandi valt at tikið spurningin aftur, men eg sá onga orsøk til hetta. Eg haldi at tað er sera vandamikið, at stara seg blindan uppá eitt mál ella eina kreppu, sum korona, og blaka alt annað frá sær.

Pornografi bleiv meira aktuelt undir korona
Fyri tað næsta, so hevur pornografi ongantíð verið so aktuelt at varpa ljós á, sum í hesari korona kreppuni. Hagtøl vísa á at nýtslan øktist nógv tá fólk vóru send til hús, og tann størsta pornosíðan gav øllum Italiumonnum fríða atgongd til alt teirra tilfar undir korona.

Avleiðingarnar av porno, lýsti eg væl undir viðgerðini av málinum, og tað er møguligt at lesa um málið á steffan.fo.

Jú meiri eg hugsaði um “timingina” av málinum, jú betri helt eg hana vera.

Eitt líknandi álvarsmál, viðvíkjandi børnum, sum eisini bleiv meiri aktuelt undir korona, var harðskapur móti børnum í teirra heimum. Ein slík kreppa hevur fleiri “biðvirkningar” við sær, sum eisini skulu hava rúmd fyri at viðgerast.

Kritikkurin av pornomálinum, sum ikki bara kom frá Jóhan Lützen, botnar allarhelst eisini í, at hesi ikki síggja nakra grund til, at viðgera málið yvirhøvur. Eg havi í øllum førum hug at spyrja Jóhann og co spurningin; um ikki nú, nær skuldi málið so verið viðgjørt?

Niðurstøðan – vit mugu ikki stara okkum blind
Pornomálið hevur verið sera aktuelt síðani internetið kom, og bleiv ikki minni aktuelt tá korona herjaði á heimin.

Niðurstøðan er tí, at tað bleiv sett fokus á pornomálið í rættari tíð. Vit kunnu ikki sleppa øllum øðrum, tá okkurt sum korona rakar okkara land. Vit kunnu ikki stara okkum blind uppá korona og líknandi hendingar.

Steffan Klein Poulsen,
Løgtingsmaður fyri Miðflokkin