Johan Dahl svarar fyrispurningi frá Boga Andreasen

2012-10-17 00:01

 


Svar upp á § 52a -fyrispurning frá Boga Andreasen, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr. 16/2012 um møguligar broytingar í Barsilsskipanini.


Spurningurin var soljóðandi: 


1. Hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum ætlanir um broytingar í Barsilsskipanini? 

2. Hvørja støðu hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum til, at útgjaldið frá Barsilsskipanini eigur at leingjast úr hálvum ári upp í eitt ár? 

3. Heldur landsstýrismaðurin í vinnumálum, at ein leingjan av útgjaldinum frá Barsilsskipanini úr hálvum ári upp í eitt ár kann verða eitt stig á leiðini at steðga fólkaflytingini úr Føroyum?



Svar:


Svarað verður undir einum: 

Í løtuni eru ongar ítøkiligar ætlanir um at broyta Barsilsskipanina. 


Landsstýrismaðurin hevur júst sett gongd á arbeiðið at upplýsa og kanna avbjóðingina við vantandi tilflytingini til Føroyar. Hetta arbeiðið fer at fevna um viðurskifti, sum hava týdning fyri vantandi tilflytingina, m.a. bústaðarmøguleikar, arbeiðsmøguleikar, arbeiðsmarknaðar- og sosialar skipanir o.a., og ein meting av galdandi barsilsskipanin verður partur av hesum arbeiði. 


Tað kann ikki avvísast, at júst ein góð barsilsskipan kann vera eitt parametur, sum hevur týdning, tá ið fólk avgera, hvar tey skulu seta búgv. 


Johan Dahl, landsstýrismaður