Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Jens Knudsen stillar upp fyri Sambandsflokkin

2020-10-11 12:57
Kommunalpolitikkur - 

Eitt valevni, sum hevur stóran áhuga fyri mentan, stillar upp fyri Sambandsflokkin til kommunuvalið í Tórshavn

Jens Knudsen er føddur í 1963 í Tórshavn, her hann eisini eri uppvaksin, fyri uttan árini 1976-77, har familjan flutti til Isle of Man at búgva í eitt ár.

Hann er útbúgvin frá Det fynske Musikkonservatorium í Odense í 2001.

Starvast sum tónleikalærari í musikkskúlaskipanini, har hann gevur frálæru í Tórshavn, Suðuroy og Klaksvík í messingljóðføri.

Hevur frá ungum árum altíð fingist við tónleik, byrjaði at spæla messingljóðføri sum 8 ára gamal. Hetta var fyri tað mesta horntónleikur, sum so skuldi vísa seg at blíva hansara yrkisleið - at undirvísa í messingljóðføri. Áðrenn tónleikurin gjørdist hansara yrkisleið, var hann í nógv ár í entreprenørvinnuni.

Royndir innan nevndararbeiði og leiðsluarbeiði, nevndarlimur í Musikklærarafelag Føroya, formaður í Samstarvsnevnd Føroya Symfoniorkestur, og var eitt skifti leiðari fyri Suðuroyar Musikkskúla.

Jens hevur valt at stilla upp fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar kommunu, tí hann vil gera ein innsats fyri at fáa Tórshavnar kommunu til eina enn betri kommunu fyri allar borgarar í kommununi.

Hansara ynski er at verða eitt sjónligt umboð fyri allar borgarar í Tórshavnar kommunu - ung sum eldri.

Hansara hjartamál er u:

Mentanarøkið

· Bygging av nýggjum Tjóðleikhúsi í tøttum samstarvi við kommununa

· Styrkja kvøldskúlaskipanina

Mentanin skal hava bestu karmar at virka undir.

Vegakervið

· Parkeringsviðurskiftini skulu betrast

· Peningur skal setast av til liðugtgerð av sambindingarvegunum

· Fáa landsmyndugleikarnar at seta meira pening av til innkomuvegin við Eysturoyartunnilin

Við vón um tína atkvøðu, so at ein sterk rødd kemur at umboða borgaran í Tórshavnar kommunu.

X við Jens Knudsen á lista B.

Føroya Væl

RN