Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Janus Joensen

Jenis av Rana Landsstýrismaður er í einari lyklastøðu

2020-09-12 10:44

Í fjølmiðlunum hoyra vit, at í ár eru longu 3 fólk deyð í arbeiðsvanlukkum á landi. Hetta er bæði ræðandi og ikki minst óhugnaligt. Fyri tey ið hava mist og ikki minst fyri samfelag okkara er talan um ein ovurstóran sorgarleik.

Tað hevur verið róð framundir, at ein vegur fram er størri vitan og betri útbúgving innan trygd. Hesum kann ein helst ikki vera heilt ósamdur við. Á onkrum vinnuøki t.d. í føroysku fiskivinnuni á sjónum er hugburðurin til trygd broyttur sera nógv síðani í 90´unum. Helst er ein orsøk at føroyska sjóvinnan hevur verið noydd, at tillaga seg altjóðakrøvum m.a. viðvíkjandi trygd.

Tað liggja loysnir frammanfyri mynduleikunum, ið ikki kosta landskassanum stórar peningaupphæddir. Uttanríkis- og mentamálaráðið, har Jenis av Rana er landsstýrismaður, umsitur í dag okkara útbúgvingarmál. Undir mentamálaráðnum eru tveir stovnar, ið veita undirvísing innan trygd. Hesir stovnarnir eru Trygdarmiðstøðin og Brandskúlin. Tað hevði verið skilagott, at lagt hesar báðar stovnarnar saman í ein stovn, soleiðis at størri samfelagsnytta fekst burturúr. Stovnurin kundu fingið uppgávuna, at veita vinnum bæði á landi og sjógvi trygdarútbúgvingar, á einum høgum altjóða støði. Á hendan hátt kann Mentamálaráðharri okkara hjálpa okkara ungu fólkum, ið byrja sítt arbeiðslív og eisini teimum, ið longu eru virkin á arbeiðsmarknaðinum bæði á sjógvi og landi. Vinnulív okkara broytist sera skjótt og gomlu skipanir okkara eru als ikki nøktandi longur. Øll tey ið arbeiða á sjógvi og landi, innan frálandavinnu, sjóvinnu, fiskivinnu, byggivinnu, tænastuvinnu, flutningsvinnu o.s.fr. høvdu fingið gagn av, at landsins mynduleikar høvdu møguleika at veita borgarum altjóðagóðkendar trygdarútbúgvingar. Tað ræður um hjá landsins mynduleikum, at stuðla og hjálpa okkara virkisfúsa og ágrýtna fólki bæði nationalt og internationalt.

Tað hevði verið hugaligt um deyðsvanlukkurnar á landi og sjógvi, í Føroyum, komu niður á sama støði ella enn betur gjørdust lutfallsliga færri enn í grannalondum okkara. Skal hetta bera til, má hugburðurin til trygd broytast munandi. Hugburður broytist bert við betri vitan og útbúgving. Sum nevnt omanfyri eru stovnar undir mentamálaráðnum í dag, ið kunnu loysa hesa uppgávuna í felag. Helst enntá uttan hægri kostnað fyri landskassan.

Janus Joensen