Eg eri føddur og uppvaksin í Havn. Foreldur míni vóru Bergfríða og Hans Thomsen. Eg havi gingið í Tórshavnar Kommunuskúla, verið samfelags-málsligur studentur í Hoydølum og havi nomið mær tónlistarliga útbúgving við Rytmisk Musikkonservatorium í Keypmannahavn við diplomi í gittarspæli. Eg havi arbeitt sum tónleikalærari í Danmark og Føroyum, og í løtuni arbeiði eg sum teknikkari í Kringvarpinum og sum sjálvsstøðugur tónleikari. Eg livi saman við damuni Anniku og 11 ára gomlu Følv. Vit búgva í miðbýnum í Havn. 19 ára gamli sonur okkara, Hans Andrias, er farin niður til Århus at lesa HF.

Eg fokuseri á miðbýin, mentan, list, útbúgving, bústaðir og vinnulív.

Vónandi hugsar tú um meg í atkvøðuboksini tann 13. novembur. Alt tad besta! :-)

Jazzur, fólk og blues

2012-10-26 00:30

Í samfull 20 ár, frá 1984-2004, var Norðurlandahúsið karmur um Tórshavnar Jazz, Fólka og Bluesfestival. Tað var øll árini Brandur Øssursson, sum, saman við Norðurlandahúsinum, skipaði fyri hesum - uttan at taka munnin ov fullan – týdningarmesta mentanartiltaki í Føroyum í nýggjari tíð (!)


í 1999 fór stjóraskifti fram í Norðurlandahúsinum. Hetta vísti seg at fáa lagnutunga fylgju fyri festivalin. Táverandi stjórin kom til ta niðurstøðu, at Norðurlandahúsið ikki longur skuldi hava hendan festivalin á skránni. Í 2004 varð tí gjørt av, at tað árið skuldi verða tað seinasta, at TJFBF varð hildin í Norðurlandahúsinum. Ístaðin skuldi partur av innihaldinum, sum festivalurin hevði at bjóða, fyllast í eitt annað tiltak, Listastevnuna, sum tá hevði tvey ár á baki. Hendan stevnan umfataði ALLAR listagreinar og varð ikki bara hildin í Norðurlandahúsinum, men um ALT landið.

Men Listastevnan gjørdist alt ov fløkjaslig og dýr, og dagarnir hjá hesum tiltaki vórðu tí eisini longu taldir í 2005. Við hesum hvarv hugtakið festivalur púra av býarkortinum í Havn. Tað var annars um hetta mundið, at klaksvíkingar og gøtufólk tóku dik á seg hvør við sínum festivali. Nú var tað knappiliga ikki longur høvuðsstaðurin, sum slóðaði vegin og kundi bjóða eitt stórt mentanartiltak á høgum støði.

Hetta kann eg gera nakað við, um tú velur meg!
Tórshavnar Kommuna hevur øll árini spælt við sum stuðli. Takk fyri tað. Mín støða er, at stuðulin skal vera nøktandi. Men eg haldi tó ikki, tað er nóg mikið bara at stuðla. Um mentanarpallurin sær út til at kólna, má kommunan vera før fyri at taka um endan. Kommunan kann seta fram ynski um, at vit skulu hava ein festival í býnum, sum er skipaður á leið eftir sama leisti sum TJFBF, og hevur innihald, sum er á leið tað sama í dygd. Eg tosi um tríggjar dagar á tremur við tónleiki, bæði vælumtóktum og listarliga avbjóðandi. Hetta skal verða eitt tilboð, sum er væl øðrvísi enn SF og G!

Hetta er ein politisk vøgugongd, eg veit, tí ein ávís “armlongd” skal jú vera. Tað er jú ikki meiningin, at kommunan skal átaka sær leiklutin sum fyriskipari - kommunan skal heldur skapa møguleikarnar og lata onnur um innihaldið. Men hinvegin kann kommunan hava ávirkan á, hvør verður settur sum fyriskipari, og tað er umráðandi, at viðkomandi hevur førleikarnar í lagi.

Tað er í míni verð sjálvsagt, at ein høvuðsstaður skal hava ein ordiligan festival. Eitt tiltak, har alt er undir einum taki, og sum ikki verður darvað av veðri og vindi, er hvat eg haldi, vit hava brúk fyri. Vit eru so heppin at hava Norðurlandahúsið í býnum, sum hevur sera góðar karmar. Og søgan hevur jú prógvað, at tað riggar, so hví ikki royna aftur? Tað kann vera, at nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum er sinnað at taka arvin upp.

X-blues, X-jazz, X-Leivur Thomsen, ein kreativur (fólksins) politikkari á lista E