Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

JAVNI 50 - HJARTALIGA TILLUKKU OG TAKK!

2021-05-15 12:52

Nú Javni fyllir fimti, liggur nær at líta aftur á varðar, sum lagaðir eru á leiðini. Tað er trupult við vanligum orðum at nevna tann týdning, sum Javni og tey, sum hava gingið á odda, hava havt fyri ta menning, sum verið hevur – tá talan er um umstøður og møguleikar fyri einum virðiligum gerandisdegi og lívi hjá fólk við menningartarni.

Vit siga tað tí við einum orð: Takk!

Í dag er ilt at ímynda sær, ella at góðtaka, at okkara egnu borgarar, skipað vórðu send av landinum, tí at samfelagið hvørki rúmdi ella loftaði teimum. Hetta hendi ikki bert “fyrr í tíðini”, men í okkara tíð.
Hóast heit hjørtu og viljandi hendur, so gjørdist byrðan ov tung fyri mangar familjur. Tey valdu tað, tey fingu at vita, var best fyri barnið. Og neyvan ber til hjá okkum, at kenna ta sorg og tann sakn, ið fylgdi við vónini um, at avgerðin hóast alt var hin frægasta – har einki betri var í at velja.
Eri sjálv nóg gomul til at minnast, tá tey, sum heilt inn í sjeytiárini vórðu send av landinum, so smátt byrjaðu at flyta heimaftur. Ikki øll til heim, sum í nóg stóran mun vóru gjørd til teirra tørv, men, týdningarmest var, at tey komu heim. Heim til familjuna, heim til land sítt – heim til alt tað, sum var teirra.

Ongantíð aftur mugu vit so illa svíkja tey, ið hava mest tørv á okkum. Skyldina at tryggja øllum borgarum møguleika at liva eitt gott og trygt lív, at brúka síni evni og virka í samfelagnum eftir førimuni, hevur ongan politiskan lit. Tað er ein felags ábyrgd - hjá øllum.
Tøkk fái eisini tit, sum í bókum og sendingum hava sagt søguna um hesar borgarar. Og hóast tárini hava runnið yvir manga náðileysa lagnu, í tí sum var, so mugu vit minnast til, at enn er ikki komið á mál.

Sum undangongukvinnurnar, Karin Kjølbro og Helena Samuelsen, í Nón so væl vístu á – at hóast framstigini eru stór og mong, so er her nógv eftir at gera, áðrenn vit av røttum kunnu kalla okkum eitt land, ið tekur fulla ábyrgd av øllum sínum borgarum.

Vit ynskja Javna hjartaliga tillukku við fimti ára degnum. Ríka signing og viðburð á leiðini!

Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna
Tjóðveldi