Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Javnaðarflokkurin: Nei til eindarleiðslu!

2019-10-25 08:52

Javnaðarflokkurin í Tórshavnar Býráði sigur nei til eindarleiðslu á dagstovnaøkinum. Vit meta ikki at eindarleiðsla er rætti mátin at bøta um umstøðurnar hjá børnum og starvsfólkum á dagstovnunum í kommununi.

Dagstovnarnir í Tórshavnar Kommunu eru sum held sera góðir – tað er eisini tað skotsmál teir fáa frá fólki, sum flytur heim til Føroya. Starvsfólkini eru dugnalig, og ikki minst eldhugað og samvitskufull. Og eg haldi eisini at vit mugu siga, at Tórshavnar Kommuna hevur raðfest økið høgt, síðani økið var lagt til kommunurnar at umsita. Men tað er ein sannroynd, at arbeiðsbyrðan hjá leiðslu og starvsfólki úti á stovnunum er vaksin, og at alt økið tessvegna eigur at verða uppraðfest nú. Tað er umráðandi, at vit tryggja børnunum bestu umstøður – eisini og kanska serliga, tá ið samfelagshjólini mala skjótari og skjótari. Eru vit ikki á varðhaldi, kunnu børnini lættliga koma at rinda ein ov høgan prís fyri búskaparvøkstur og fólkavøkstur.

Vit halda tó ikki, at tann rætta uppraðfestingin er at seta í verk eindarleiðslu. Tí tað merkir í roynd og veru eitt slag av fjarleiðslu. At fremja meira fjarleiðslu er ikki loysnin, tá ið trupulleikin er, at tað er leiðslan á staðnum – á tí einstaka stovninum – sum eigur at verða uppraðfest.

Tí mæla vit í Javnaðarflokkinum til at uppraðfesta dagstovnaøkið soleiðis, at hægri játtanin og hægri normeringin verður játtað til stovnarnar. Til stovnsleiðsluna, til betri normeringar og til vikartímar. Og tað fara vit at seta fram uppskot um, tá ið fíggjarætlanin fyri 2020 skal samtykkjast.

Aðrar avbjóðingar á dagstovnaøkinum
Tað eru eisini aðrar avbjóðingar á dagstovnaøkinum, eitt nú at barnatalið veksur skjótt. Tað er ein positiv avbjóðing, sum vit fegin vilja taka lógvatak við samgonguna um at loysa. Brúk er fyri fleiri og betri hølisumstøðum, og júst tí undrar tað okkum, at samgongan ikki ætlar at halda fram við náttúrudagstovninum Spíranum, sum liggur úti í Havnardali. Tað er jú ein perla, sum veitir eina tænastu, sum eingin annar dagstovnur ger. Hølini eru nýggj og góð, og ein náttúrustovnur eigur at standa børnunum í Tórshavnar kommunu í boði.

Javnaðarflokkurin hevur bæði í Mentamálanevndini og í Fíggjarnevndini mælt ímóti at seta eindarleiðslu í verk – og tað skal vera okkara vón, at henda avgerð samgongunnar verður útsett, og at vit í semju fara undir at fremja neyðuga uppraðfesting av dagstovnaøkinum í Tórshavnar Kommunu.

Helena Dam á Neystabø,
Javnaðarflokkurin í Tórshavnar Býráði