Ja, egingirndarormurin skal steðgast!

2013-01-31 02:04

Formaðurin í tjóðveldi, Høgni Hoydal, hevði eina heldur hvassa og hugsjónarliga grein í farnu viku, har hann hugleiddi um “egingirndarormin.” Tað kemur valla óvart á nakran, at “egingirndarormurin” meinast við borgarligu hugsjónina, við borgarliga politikkin, sum ABDH samgongan strembar eftir. Eri samdur við Høgna Hoydal, at tað finst ein “egingirndarormur”, men hann hevur einki við borgarligan politikk at gera. Tvørturímóti.

 

Hugtakið “egingirndarormur”, sum tíverri trívist og nørist væl í okkara vakra landi, er ein stór hóttan móti føroyska samfelagnum. Tískil er tað umráðandi fyri framtíðina, at politisku flokkarnir leggja stríðsøksirnar frá sær, so at vit í felag steðga sosialistiska “egingirndarorminum” í sínari náðileysu stremban eftir einum ófrælsum Føroyum.

 

Definitiónin

Sambært definitiónini hjá Høgna Hoydal er “egingirndarormurin” sprottin úr syndarliga klovninginum av frælsiskreftunum, sum ikki marsjeraðu í takt. Burtur úr sorgarleikinum spann ein sjálvsøkin girnd úr soraðu taktini. Eitt skríðandi skepilisi. Ormur at navni. Ein sokallaður “egingirndarormur,” sum “etur seg í skipanirnar.”

 

Hetta má steðgast. Vit kunnu ikki sita hendur í favn, meðan sosialistiski “egingirndarormurin”etur seg stóran og sterkan av retoriskum spinni. Trívist millum villleiðandi upplýsingar. Nørist millum sosialisisku flokkarnar.

Tað er hesin sosialistiski “egingirndarormur,” sum vit verða noydd at steðga.

 

Javnstøða í skattinum

Sosialistisku flokkarnir hava longu boðað frá, at tað fyrsta, sum teir gera, tá teir koma til valdið aftur, er at seta javnstøðuna úr flatskattinum. At gera mismun í skattinum. Grýta javnrættindi millum skattaborgarar út gjøgnum vindeygað. Ynskja at taka størri part av tínari inntøku. Við teimum á odda skal tað í framtíðini ikki loysa seg at arbeiða.

 

Harafturímóti skulu sosialistisku politikararnir hava fleiri pengar um hendur, so teir sleppa at býta tykkara harttjentu krónur út aftur av nýggjum. Sleppa at gera “neyðugar” íløgur í verkætlanir, sum teir meta, eru av alstórum týdningi. Hetta staðfestir formaðurin í tjóðveldi. Hann dylur heldur ikki fyri, hvat endamálið við sosialistisku broytingunum er:

 

“Júmen, eg (veljarin, undirr.) stuðli teimum politikarum, ið kunnu geva mær nakrar fyrimunir her og nú.”

 

Sostatt styðjar sosialistiski hugsanarhátturin uppáhaldinum um, at almenna umsitingin økist munandi, tá tey sita við valdið, tí veljarin stuðlar teimum politikarum, ið kunnu geva sær nakrar “fyrimunir”, t.d. alment starv. Avleiðingina kenna vit øll.

 

Jú, við sosialistisku flokkunum á odda sleppur sosialisman at fóðra sínum “egingirndarormi” við tykkara harttjentu pengum.

Ella við orðunum hjá Høgna Hoydal:

 

“Har alt valdið og møguleikarnir” liggja “hjá nøkrum fáum ognarum,” sum lítli meirilutin av sosialistisku flokkunum fær í løgtinginum, um teir koma aftur í stjórn.

 

Hetta má ikki henda.

Vit mugu halda fast við okkara flatskattaskipan, tí hon hevur til endamáls, at beina burtur allan mismun í skattinum. Mugu ikki geva “egingirndarorminum” so mikið av rásarúmi, at hann sleppur at nørast í almenna rúminum. Skulu vísa sosialistisku flokkunum, at borgarligu flokkarnir vilja varðveita javnstøðu í skattinum. Ynskja javnrættindi millum skattaborgarar.

 

Vit skulu framhaldandi greiða fólkinum frá, at arbeiðsloysið er lækkað við 1,6%, síðani ABDH samgongan byrjaði uppá borgarligan politikk. At samgongan hevur skapt omanfyri 385 nýggj arbeiðspláss, sum gevur ein lønarvøkstur á 305 mió. kr. Vit skulu framhaldandi stremba eftir, at fólkið í Føroyum sleppur at varðveita sína løn, gera av, hvat hann ella hon brúkar sínar pengar til. Við okkum á odda endar tykkara løn ikki sum “egingirndar”fóður, men tit fáa frælsi at ráða yvir egnu tilveru.

 

Burðardygg fíggjarlóg

Tað er somuleiðis ein sannroynd, at sosialistisku flokkarnir ikki sýna burðardyggari fíggjarlóg nakra virðing. Koma teir aftur til valdið, eru teir sinnaðir at økja hallið á fíggjarlógini. Tað hava teir somuleiðis boðað frá. Uttan at blunka. Fyri teir er stovnsrøktin av landskassanum ein býur í Kina. Teir vilja brúka hvørja krónu. Vilja fóðra “egingirndarorminum” við tykkara harttjentu pengum. Vilja tøma “stovnin” fyri krónur og oyru. Teir eru sinnaðir at tyngja fíggjarlógina við langtíðarlánum og skuldum. Sosialistisku flokkarnir vilja ikki hava burðardygga fíggjarlóg, tí so kunnu teir ikki geva fólkum nakrar “fyrimunir,” sum Høgni Hoydal heldur klossutt orðaði seg.

 

Hetta má ikki henda.

Vit mugu hava burðardygga fíggjarlóg, har atlit verður tikið til landskassan. Vit kunnu ikki halda fram við at taka meir úr “stovninum”, enn hann klárar at framleiða. Kunnu ikki brúka meir enn tað, sum vit fáa inn. Tað er óburðardygt. Tað heldur ikki í longdini.

 

Sostatt er tað gleðiligt fyri føroyska samfelagið, at ABDH samgongan hevur innført burðardygga fíggjarlóg, har dentur verður lagdur á stovnsrøkt. Framyvir skal samfelagið rekast við sama krónutali sum undanfarna ár. Vit skulu ikki taka meir úr stovninum, enn hann klárar at framleiða. Framyvir skulu vit ikki brúka pengar, sum ikki eru har. Sostatt avlúsa vit landskassan fyri “egingirndarormum,” tí framyvir verður tað samsvar millum almennu inntøkurnar og almennu útreiðslurnar. Við burðardyggari fíggjarlóg, sum ABDH samgongan hevur samtykt, verður javnvág millum inntøkurnar og útreiðslurnar.

 

Við borgarliga politikkinum, ið er skrokkurin undir ABDH samgonguni, verður landskassin røktur á burðardyggan hátt.

 

Avlúsa “egingirndarormin”

Sum tað eisini verður víst á í innganginum, so er undirritaði samdur við Høgna Hoydal: tað finst ein “egingirndarormur”, men hann hevur einki við borgarligan politikk at gera. Tvørturímóti. Hann nørist millum sosialistarnar.

 

Og tað er ein stór hóttan móti føroyska samfelagnum. Hann trívst ov væl. Nørist ov skjótt. Ella sum serfrøðingurin, Høgni Hoydal, so hegnisliga lýsti lívfrøðina:

 

“Egingirndarormurin er sleptur leysur. Og tað er hann, sum altíð hevur brotið niður. Hann hevur ongantíð bygt land, skapað tjóð, framburð ella fræls fólk”

 

Men hvat gera vit? Hvussu steðga vit menningini? Búningini? Hvussu steðga vit honum, áðrenn hann “etur seg í skipanirnar?”

 

Sambært formanninum Høgna Hoydal er bara eitt at gera:

 

“Vit skulu…týna egingirndarormin.”

Hesum er undirritaði ósamdur í. Hann skal ikki týnast. Sosialistiski “egingirndarormurin” skal hava lív lagað, tí tað er grundarsteinurin undir skrivi- og talufrælsinum, undir fólkaræðinum, men tað er okkara ábyrgd, at hann ikki veksur seg stóran og sterkan. Okkara arbeiði. Vit skulu framhaldandi greiða fólkinum frá, hvussu nógv prosent arbeiðsloysið minkar. Hvussu nógv arbeiðspláss samgongan skapar. Týdningin av javnstøðu í skattinum. Javnrættindi millum skattaborgarar. Týdningin av burðardyggari fíggjarlóg. Vit skulu framhaldandi vísa á, at inntøkurnar hjá fólki framyvir ikki enda sum “egingirndar”fóður, men fólki sleppur at varðveita so stóran part av inntøkuni sum møguligt.

 

Halda vit fast í hesum, fast í borgarliga politikkinum, steðgar sosialistiski “egingirndarormurin” av sær sjálvum!

 

Hanus Samró

Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin