
Ja, børn hava rætt til bæði foreldur
2019-08-04 13:19
Spurningurin um felags foreldramyndugleika - eftir at foreldur eru farin hvør til sítt - snýr seg fyrst og fremst um rættin hjá barninum til bæði foreldur. Tað er barnið, ið er høvuðsfokus, og eigur lógin at endurspegla hetta. Tá tað er sagt, er tað av týdningi, at lóggávan á økinum verður broytt soleiðis, at bæði foreldur fáa foreldramyndugleika, um hesi fara hvør til sítt. Í dag er tað soleiðis, at tað sum oftast er mamman, ið fær foreldramyndugleikan, og er pápin tí verri stillaður.
Nú málsøkið persóns-,
familju- og arvarættur er yvirtikið, eru vit farin í holt við at fyrireika
broytingar í og tillaga lóggávuna á økinum til serlig føroysk viðurskifti. Vit
skulu hava okkara egnu lóg um foreldramyndugleika. Meginreglan eigur at vera,
at foreldur hava felags foreldramyndugleika við somu skyldum og rættindum mótvegis
barninum. Fyrimunir og vansar við verandi lóggávu eiga somuleiðis at verða
kannaðir nærri, harundir um tann, ið ikki hevur foreldramyndugleika, á nøktandi
hátt verður verður kunnað/kunnaður um og hevur atgongd til at luttaka í aktivitetum
hjá barninum á skúlum og á stovnum.
Heldur enn at seta
donsku foreldraábyrgdarlógina í gildi í Føroyum, skulu vit gera okkara egnu lóggávu
á økinum, sum er tillagað serlig føroysk viðurskifti.
Tiltøk verða eisini
sett í verk, sum ikki krevja lógarbroyting. Farið er undir at broyta skipanina
viðvíkjandi váttan og viðurkenning av faðirskapi, so at tað ikki longur er neyðugt
at møta persónliga á Familjufyrisitingini fyri at vátta faðirskapin at einum
barni. Eisini verður kannað, hvussu ein ráðgeving í samband við hjúnarskilnað kann
skipast.
Arbeiði skal fullførast,
og ætli eg tí at arbeiða víðari við at tryggja barninum best møgulig kor, eins
og at tryggja báðum foreldrum eins møguleikar.
Eyðgunn Samuelsen - landsstýriskvinna