Vitanartrupulleikin

Tað er harmiligt at vera vitni til rokið, ið er nú um dagarnar viðvíkjandi nýíverksettu fiskuvinnuni, serliga menningarkvotur. Ein skipan, ið skuldi leggja lunnar undir nýskapandi vinnulív í føroyskari fiskuvinni. Góðar, sum intentióninar hóast alt vóru, er tað longu sjón fyri søgn, at alt konseptið við menningarkvotum riggar ógvuliga illa. Fiskivinnumálaráðharrin veit lítið at svara um, hví skipanin ikki riggar eftir ætlan.


Fyri nøkrum vikum síðani skrivaði eg um “Visiónin hjá teimum salvaðu”. Í har er ein tabell, sum vísir á fleiri av feilunum, sum fjeppararnir av menningkvotum hava framt. Í stuttum hava tey smíðað eina skipan við einum romantiskum endamáli og ikki hugsað um, hvat útfallið kann vera. Tey hava sett tingini upp, sum tey vilja hava tey at vera, og ikki hugsað um, hvussu veruleikin er.



Veruleikin er tann, at tað finnast ikki loysnir, men bara trade-offs. Also, ger man broytingar í einum stað, so hevur tað ávirkan arðarstaðir.




Hugskot eru allastaðni, men vitan er sjáldsamari. Enntá “vitandi” persónar hava bert servitan innan eitt lítið øki, sum er bert ein dropi í havinum av allari vitanini, sum viðkemur mannaættini. Will Rogers er siteraður fyri at siga “Øll eru óvitandi, bert á ymiskum økjum”.



Fiskivinna er ein hárisiko vinna, ið krevur nógva servitan. Fiskiskapurin er ymiskur frá ári til ár og ymiskur ígjøgnum árið. Fiskiskip eru stór amboð, ið krevja nógva servitan at reka. Skiparin skal hava kunnleika til fiskileiðir og mangt annað. Fiskurin skal hava røttu góðsku, pakkast rætt og koma út á marknaðin. Og so framvegis.



Í hesi grein royni eg at vísa á ein kjarnutrupulleika. Nevniliga, hví slíkar sentraliseraðar skipanir altíð koma at rigga illa, nemliga vegna mangul uppá vitan. Vitanartrupulleikin. Til at undirbyggja mínar grundgevingar, nýti eg ein kendan stíl (essay) hjá Friedrich A. Hayek Nýtslan av vitan í samfelagnum ”.



Hayek vísir á, at vitanin, ið skal til fyri at kunna taka effektivar avgerðir fyri búskapin er spjødd millum í rúgvuvís av fólkum í øllum samfelagnum.



Eingin einstaklingur klára at innihalda ta vitan, ið skal til fyri at taka eina avgerð, ið bara er nær námind effektiv.



Tí eru sentralar eindir, ið taka avgerðirnar í búskapinum, altíð ein vansi. Sentralar eindir eru ikki annað enn ein samling av fólkum. Í seinasta enda endar tað á einum ella nøkrum fáum at taka avgerðirnar.




Um avgerðir vera tiknar sentralt ella desentralt merkir tað ikki, at fólk gevast við at taka vánaligar ella skeivar avgerðir. Men samanlagt vera færri skeivar avgerðir tiknar í desentralari planlegging. Og tá skeivar avgerðir verða tiknar, so reagerar desentrala skipanin nógv skjótari og skaðin er avmarkaður. Feilirnir, ið sentralar eindir gera, eru tíverri ofta vanlukkuligar og raka meint.



Mangan havi eg hoyrt fólk siga, at Føroyar eru eitt so lítið land, at um vit skulu megna nakað, so mugu vit savna alla orku í einum staði, altso, at sentral planlegging er betur enn desentral planlegging.



Einki kundi verið longri frá sannleikanum, tí Føroyar eru best riknar, tá ið vit lata dagligu avgerðirnar hjá øllum 51.000 íbúgvunum mynda hetta samfelagið.



Keldur



http://kvf.fo/greinar/2018/11/19/18-ferdir-pelagos



https://www.econlib.org/library/Essays/hykKnw.html?chapter_num=1#book-reader



https://en.wikipedia.org/wiki/Local_knowledge_problem

https://fee.org/articles/hayek-the-knowledge-problem/






































Arðar greinar
Visiónin hjá teimun salvaðu
Vitanartrupulleikin
“Tey ríku” og “tey fátæku”
Kleptoman-landskassi
Tjóðveldis-ravnarnir
Búskapur
Frælsi frá at rinda kringvarpsgjald
Frælsi frá kúgan
Meðan vit bíða eftir nývali
Krossferðin ímóti kannabis