VIT KUNNU SAMAN GERA OKKUM GRØN!

VIT KUNNU
SAMAN GERA OKKUM GRØN!



Tórshavnar
Kommuna skal gerast 100% grøn. Hetta kunnu vit helst øll skriva undir uppá, og
nógv er skrivað um hetta í valstríðnum.



Men hvussu kunnu
vit gera tað ítøkiligt í okkara gerandisdegi?



Eitt gott dømi um
tað, er ruskskiljing og endurnýtsla í okkara húsarhaldum og grannaløgum.



Á veljarafundi í
Nólsoy hjá Tjóðveldi høvdu fleiri av fundarfólkunum hesa frálíku ætlan:



-        -  Vit
hava felags ruskpláss í Nólsoy. Har kunnu vit útvega fleiri bingjur/íløt at
skilja í – og leggja eitt skiljihøli undir tak, so tað gerst meira hugaligt alt
árið at skilja.



-         - Vit
kunnu útvega eina kvørn til at viðgera alt lívrunnið burturkast.



-          - Úr
hesum fáa vit sankutøð til at taða í okkara felags veltu ella í gørðunum heima
við hús og á bønum.



-         - Harvið
fáa vit heilsugóða føroyska matframleiðslu í oynni og stuðla tí felags átakinum
í Nólsoy, har fólk sjálv kunnu velta grønmeti og urtir.



-         
Bæði
skúlabørn og barnagarðsbørn kunnu saman við eldri og tilkomnum koma saman at
læra tey ungu og hvør annan um náttúrunnar ringrás og burðardygd.



Og ikki minst:
Við hesum slepst undan at brúka dýran flutning og útlát til at flyta rusk av
oynni til at brenna á Brennistøðini.



Hetta er styrkin,
tá ið fólk sjálv ávirka og lata sína rødd hoyra – og vilja gera nakað í felag.



Tað er akkurát
soleiðis eg droymi um, at vit kunnu arbeiða í kommununi og í oynni.



Soleiðis kunnu
vit saman gera okkum grønari.



Við hesum taka
vit ítøkilig stig í gerandisdegnum til at gera kommununa grønari. Og til at
gera Nólsoynna til ta grønu oynna, sum bæði er til fyrimun fyri nólsoyingar og
fyri ferðavinnu og nýskapan.



Um kommunan
spælir við og útvegar nøkur fá amboð, so taka fólk sjálv ábyrgd í felag.



Og hetta kann
gerast allastaðni í býlingum og grannaløgum í kommununi – serliga um vit eisini
útvega felags traðir og felags økir at velta grønmeti og annað á.



Eg fari at gera
alt fyri at fremja hetta saman við tykkum, um eg fái møguleikan á
kommunuvalinum 10. november.



Anja Hartmann
Wardum



Valevni á
Lista E hjá Tjóðveldi til Býráðið