VERÐA BORGARAR OG VINNUFYRITØKUR Í FØROYUM AVLURTAÐ?

Greitt er, at danska fregnartænastan hevur latið amerikonsku
fregnartænastuni (NSA) samskiftisupplýsingar um danskar borgarar.



Samstundis hava núverandi landsstýrið og samgongan samtykt
nýggja lóggávu, ið gevur donsku fregnartænastuni víttfevnandi heimildir av
avlurta føroyskar borgarar.



Í undanfarna valskeiði, vórðu vit landsstýrisfólk hartil kunnað
um, at tekin vóru um, at onkur avlurtaði okkara fartelefonir, men tað var ikki
greitt, hvør møguliga avlurtaði hesar.



Fyri at fáa staðfest, um føroyskir borgarar ella
vinnufyritøkur verða avlurtað av donsku fregnartænastuni, og fyri at fáa lýst,
um føroyskar samskiftisupplýsingar eru latnar amerikonsku fregnartænastuni,
verða hesir spurningar settir løgmanni:

Hevur danska fregnartænastan atgongd til talgilt
samskifti hjá føroyskum borgarum ella vinnufyritøkum í Føroyum?
 

Er partur av teimum avlurtingum, ið danska
fregnartænastan hevur latið amerikansku fregnartænastuni, samskiftisupplýsingar
hjá føroyskum borgarum ella vinnufyritøkum?

Hevur løgmaður spurt – ella fer løgmaður at
spyrja – danskar myndugleikar, um danska fregnartænastan avlurtar føroyskar
borgarar ella vinnufyritøkur?

Hvat ger landsstýrið fyri at tryggja, at
føroyskir borgarar og vinnufyritøkur ikki verða avlurtað av donsku
fregnartænastuni ella øðrum?



28. august 2020



Kristina Háfoss

Løgtingskvinna