Veðurlagstrupulleikin er átrokandi og má takast í álvara

Veðurlagspolitikkur - 




Tá kjakast verður um veðurlagsbroytingar er tað ikki óvanligt at hoyra grundgevingina, at broytingarnar í veðurlagnum fara ikki at merkjast fyrr enn um longri tíð. Av tí sama, tykist málið ikki eins bráðneyðugt og átrokandi - hetta er ein følsk ímynding.





Avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum eru byrjaðar at merkjast, og fleiri avleiðingar eru ávegis. Sjóvarmálin er hækkaður, talið á skógareldum hækkar hvørt ár og sambært seinastu greiningini hjá ‘World Weather Attribution’, er tað orsakað av veðurlagsbroytingum, at hitin í Evropa tveir teir seinastu mánaðirnar hevur verið ótolandi. Hetta summarið hava lond sum Belgia, Bretland, Frankaríki, Holland og Týskland sligið met, og hitastigini hava ligið um tey 40 og hægri enn tað.



Óvanligi hitin kemur orsakað av einum høgum trýsti eystanfyri Bretland og sambært áðurnevndu greiningini hjá ‘World Weather Attribution’ er tað sera sannlíkt, at ein slík hending er styrkt av manngjørdum veðurlagsbroytingum.





Nú er tíð at virka



Vit hava ikki tíð til at útseta. Vit verða noydd til at gera okkurt við trupulleikan nú og vit kunnu gera mun, hóast vit eru smá. Føroyingurin liggur í topp 5 av londum ið dálka mest pr. íbúgva. Vit dálka meir enn øll Norðurlondini, og vit liggja beint í hølunum á USA. Tað er eingin loyna, at ein stórur partur av orsøkini eru okkara høvuðsvinnur, fiski- og alivinnan, men tá tað er sagt, eru vit ikki undangongufólk á øðrum økjum heldur.





Talan skal ikki vera um, hvørjar avleiðingar búskapurin fer at fáa, men tað grundarlagið vit fysiskt standa á - tí verður ítøkiliga grundarlagið undir okkum ikki varðveitt, er eingin búskapur at taka støðu til. Tí meti eg, at hesi átøkini eru neyðug at seta í verk komandi valskeið:





- EU-kommisiónin samtykti 19. desember 2018 at áseta eitt plastikk-forboð. Fyrskipanin merkir, at tað verður forboð at selja tallerkar, borðbúnað, súgvirør og vatpinnar úr einnýtisplastikki. Roknað verður við, at forboðið kemur í gildi í fyrst í 2021. Tað er upplagt at seta sama forboð í verk í Føroyum.



- Forboð skal setast á sølu av nýggjum bensin- og dieselbilum í 2030 og harafturat eisini søluna av nýggjum oljufýringum.



- Tað almenna eigur at ganga undan við grøna umskiftinum. Landsstýrið kann illa krevja av borgarum og vinnu at taka boðskapin um veðurlagið í álvara, um landsstýrið, almennir stovnar og kommunur ikki sjálvi taka hann í álvara.



- Mælt verður til at seta krøv til almennar myndugleikar. Krøvini skulu áseta, at grønar loysnir skulu veljast í almenna geiranum, har tað ber til. Millum annað tá tað umræður upphiting av bygningum og keyp av bilum. Eisini skal tað áleggjast almennum stovnum á hvørjum ári at gera orkuroknskap og frágreiðing um gjørd og ætlað tiltøk fyri orkusparing og umlegging til varandi orku



- Jarðhiti og orkuloysnir, sum kunnu gagnnýta heita vatnið í føroysku undirgrundini, skulu nýtast til upphiting av sethúsum.





Vit verða noydd til at markera okkum sum undangonguland í umhvørvisspunginginum. Tað kemur okkum í gott orð og tað kunnu bæði fiski- og alivinnan njóta gott av.





Hetta fari eg at arbeiða fyri, verði eg vald á Løgting.





Anna Falkenberg



valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin