Vænta at fáa undirtøku fyri frívikuni

Javnaðarflokkurin hevur latið løgtingsumsitingini uppskot um at broyta frítíðarlógina soleiðis, at allir løntakarir kunnu samráða seg til meiri frítíð. Aksel V. Johannesen sigur, at flokkurin hevur lagt seg eftir at fáa breiða semju um málið.



Undir sáttmálasamráðingum á privata arbeiðsmarknaðinum fyrr í ár kom fram, at ynskið hjá S&K-felagnum um sættu fríviku ikki varð gingið á møti. Arbeiðsgevarafelagið vildi vera við, at frítíð er ásett við lóg, og uttan so at lógin verður broytt, kunnu limir hjá S&K-felagnum ikki fáa rættin til sættu fríviku.



- Í dag hava flest allir løntakarar á almenna og eisini nøkur á privata arbeiðsmarknaðinum rætt til sættu fríviku. Tí mugu vit bara staðfesta, at allir løntakarir ikki eru javnsettir, tá tað kemur til rættin til frítíð, sigur Aksel V. Johannesen, og heldur fram:



- Tá ein løgtingslóg verður brúkt sum eitt jarnbrot móti løntakarum, sum ynskja sær nakað so grundleggjandi, so eigur Løgtingið at endurskoða lógina.



Javnaðarflokkurin vísir á, at tað kann vera trupult at broyta sjálvar ásetingarnar um longd av frítíð um endamálið er at javnseta arbeiðstakarar, tí sætta frívikan hjá mongum er ein serstøk frívika. Hetta hevði annaðhvørt inniborið, at summi fáa seks og onnur sjey vikur frítíð, ella at serstaka frívikan verður strikað.



- Uttan at taka nøkur vunnin rættindi frá nøkrum, vilja vit broyta orðingina, soleiðis at tað eingin ivi er um, at rætturin til fimm vikur í frítíð eru eitt minstamark, og at tað altíð ber til at samráða seg til meir, sigur Aksel V. Johannesen.



Hann er bjartskygdur, tá tað kemur til at fáa undirtøku fyri uppskotinum. Tá spurningurin um sættu frívikuna á privata arbeiðsmarknaðinum varð viðgjørdur í m.a. Degi og Viku, segði landsstýrismaðurin Helgi Abrahamsen, at longdin á frítíð eigur at vera viðgjørdur undir samráðingum. Hetta stendur kortini í andsøgn til útsøgnina hjá Arbeiðsgevarafelagnum, sum vísir til lógina.



- Við hesari broyingini fáa vit greitt staðfest tað, sum bæði løntakarar og Helgi Abrahamsen hava ført fram – nevniliga at lógin um frítíð ikki er eitt absolutt mark, men eitt minsta mark, har altíð ber til at samráða seg til longri frítíð, sigur Aksel V. Johannesen at enda.