Uttan-mentan-málaráðið?

 Tingið hevur nú skjótt
sitið í eitt hálvt ár síðani valið 31. august, og vit síggja longu umhvarvið av
tí samfelag, samgongan helst vil hava. Í størsta hasti er syrgt fyri, at
virðini í fiskivinnuni aftur savnast á færri hondum, og ein fíggjarliga
óhaldfør pensjónsnýskipan er skundað ígjøgnum. Tey, sum eiga minst fáa minst,
tí tey við meira skulu hava meira. Sosialt vendir tað á høvdinum og fíggjarliga
hongur tað ikki saman.




















Á einum øki hevur tó
verið sera friðarligt: mentanarøkinum. Eitt mál hevur verið í mentanarnevndini higartil,
og tað var málið um minimumsnormeringar, sum vit í Javnaðarflokkinum sjálv komu
við. Eitt mál!



Er tað skilaleysa
samanleggingin av uttanríkis- og mentamálum, sum gevur landsstýrismanninum
høvuðbrýggj? Ella hevur mentanarøkið, harundir fólkaskúlin og dagstovnaøkið,
ongan týdning fyri samgonguna?



 



Jenis og Jerusalem



Samgongan hevur sett sær
fyri at opna sendistovu í Ísrael. Jenis av Rana, landsstýrismaður í samanløgdu
kimeruni uttanríkis- og mentamál, hevur sligið fast, at sendistovan skal
staðsetast í Jerusalem. Eitt er, at vit brúka almennar skattapengar til at gera
beint tað øvugta av øllum tilmælum hjá ST við at opna sendistovu í júst
Jerusalem, hóast vit ongan samhandil hava við Ísrael. Men verri er, at vit
eftir øllum at døma offra alt mentanarøkið uppá hesa verkætlan.



Tað týkist í øllum førum
greitt, at landsstýrismaðurin einans megnar ella tímir at hugsavna seg um hesa
verkætlan. Hvør skal siga, so mugu skúlarnir, dagstovnarnir og mentanin sum
heild bara klára seg.



Men tað harmar meg. Tað
harmar meg, tí júst dagstovnaøkið annars fylti nógv í valstríðnum. Og tí vit
vita, at vit hava nógvar námsfrøðingar, sum hóast vánaligar arbeiðsumstøður
hvønn dag gera eitt stórt arbeiði.



Undanfarna samgonga legði
eisini nógv fyri at skapa betri umstøður og umhvørvi til hægri lesnað í
Føroyum, sum jú eru avgerandi fyri, at ungdómur trívist í landinum. Hevur
samgongan nakrar ætlanir á hesum økinum? Ella bíða vit eftir sendistovuni í
Jerusalem, áðrenn landsstýrismaðurin fer í sving?



 



Ráðið, sum samgongan í veruleikanum einki leggur
í?



Sum formaður í mentanarnevndini
standi eg spyrjandi. Nærum eitt hálvt ár er runnið, og bert eitt mál hevur
verið til viðgerar í nevndini, og tað er okkara mál um minimumsnormeringar. Tað
er væl kent, at vissi ein blandar ov nógv ting saman, kemur einki burtur úr. Og
tað er neyvt tað, sum er facit hjá okkara uttanmentamálaráðharra: einki.



Vit vóru nøkur, sum
óttaðust, at samanleggingin av uttanríkis- og mentamálum í roynd og veru var
eitt úttrykk fyri, at samgongan leggur lítið í uttanríkismál og enn minni í
mentamál.



Teir fyrstu seks
mánaðirnir hava víst, at hesin ótti var grundaður. Komandi tíðin fer at vísa, um
vit veruliga hava eitt fungerandi mentamálaráð, ella um hopleysa samanleggingin
bert hevur givið okkum eitt uttan-mentan-málaráð.



 



Djóni N. Joensen,

formaður í mentanarnevndini